Preben Bang Henriksen er koyrdur úr fólkatingsbólkinum hjá Venstre og harvið eisini úr flokkinum.
Tað segði royndi fólkatingslimurin við fjølmiðlarnar týsdag seinnapart eftir bólkafund á Christiansborg.
Hann hevði fegin hildið fram í Venstre, men vil ikki lova at fylgja floksleiðini í øllum atkvøðugreiðslum.
– Í teirri støðu, vit eru í nú, har vit brádliga skulu á eina nýggja ferð, skilji eg í grundini væl, at Troels Lund vil hava ruddað upp, um fólk ikki kunnu taka undir við ferðini, sigur hann.
Preben Bang Henriksen heldur fram sum uttanflokkatingmaður og hevur ongar ætlanir um at fara í annan flokk.
Stríð um landbúnaðarpolitikk
Sunnudagin fekk Troels Lund Poulsen, formaður í Venstre, undirtøku á einum eyka høvuðsstýrisfundi fyri at herða krøvini um floksaga.
Limir, sum ikki vilja lova at fylgja floksleiðini í atkvøðugreiðslum, kunnu sostatt verða koyrdir úr flokkinum.
Bakgrundin er stríðið um ta donsku taðingarlógina. Í september atkvøddu fimm limir í fólkatingsbólkinum ímóti lógini, tí tey óttaðust, at hon fór at raka landbúnaðin óneyðuga hart.
Óttin er útbreiddur í gamla bóndaflokkinum, sum seinastu árini hevur lagt seg á eina grønari kós.
Preben Bang Henriksen hevði vónað at varðveita limaskapin í Venstre, hóast hann varð koyrdur úr fólkatingsbólkinum. Tað loyva innanhýsis viðtøkurnar hjá flokkinum tó ikki.
Kendur fyri at ganga egnar leiðir
Hóast tað er landbúnaðarpolitikkurin, sum nú førir til fráfaringina, er Preben Bang Henriksen serliga kendur sum rættarpolitiskur talsmaður.
Hann varð fyrstu ferð valdur á Fólkating í 2011, 57 ára gamal, eftir nógv ár sum advokatur í Aalborg. Hann hevur verið partur av leiðsluni í fólkatingsbólkinum og formaður í bæði rættarnevndini og nevndini viðvíkjandi fregnartænastunum.
Hann hevur eisini áður gingið ímóti floksleiðini. Í 2021 atkvøddi hann saman við átta øðrum limum ímóti at reisa ríkisrættarmál móti Inger Støjberg. Tá høvdu limirnir tó fingið frítt at atkvøða eftir egnari sannføring.
Í bókini »Ærlig talt – Borgen indefra« frá 2024 skrivaði hann, at hann hevði verið nær við at fara úr Venstre vegna klædnakeypini hjá Lars Løkke Rasmussen fyri floksins pengar. Hann var eisini tann fyrsti í fólkatingsbólkinum, sum alment tók stuðulin til Løkke aftur í 2014.
Við útmeldingini missir Venstre ein av sínum atkvøðuslúkum. Á fólkatingsvalinum í mars 2026 fekk Preben Bang Henriksen fimtflestar persónligar atkvøður millum valevnini hjá flokkinum.
Ritzau