info
Ongi úrslit

Formula hevur vunnið rammusáttmála um teldur til almenna geiran

Formula fegnast um at hava vunnið rammusáttmálan um veiting av teldum til almenna geiran, í kapping við føroyskar og útlendskar veitarar.

Eirikur Lindenskov
18. september 2026 kl. 11:15

Tíðindaskriv:

Rammusáttmálin er ein partur av innkeypsskipanini hjá Keypi Landsins og gevur almennum stovnum atgongd til góðskuteldur til kappingarførar prísir á keypsportal.fo

Hjá Formula síggja vit hetta sum eitt týðandi stig í okkara langsiktaðu strategi: at tryggja føroyskum kundum – bæði almennum og privatum – atgongd til dygdargóða KT-útgerð við so góðum treytum og prísum sum gjørligt.

– Vit eru sera fegin um úrslitið. Góð og álítandi KT-útgerð er ein fortreyt fyri einum vælvirkandi talgildum samfelagi. Við hesum rammusáttmálanum kunnu vit framhaldandi veita nútímans teldur, sum sameina góðsku, trygd og kappingarførar prísir, sigur Fróði Magnussen, stjóri á Formula.

Formula hevur í nógv ár arbeitt miðvíst við at veita føroyskum kundum dygdarloysnir frá heimsins fremstu framleiðarum. Málið er altíð at finna bestu javnvágina millum góðsku, tænastu og kostnað.

Vit takka Keypi Landsins fyri eitt væl skipað útboð og gleða okkum til at samstarva við almennar stovnar um at menna føroyska KT-undirstøðukervið komandi árini.

Á myndini er Nikael Mortensen, søluráðgevi innan KT-útgerð hjá Formula, við nýggja rammusáttmálanum.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

14 tímar síðan

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

12 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Næsta ár verður FMA hildið í Løkshøll

14 minuttir síðan
Tíðindi

Hildið verður fram í Miðalsbrekku

16 minuttir síðan
Tíðindi

Vinjar við egnum tónleiki í Listastovuni

42 minuttir síðan
Tíðindi

Seks eru dripin í skúlaskjóting

49 minuttir síðan
Tíðindi

Danskar og bretsk­ar ser­deild­ir venja í Vest­manna­sundi

1 tími síðan
Tíðindi

Maður deyður í hávaálopi í Avstralia

1 tími síðan
Tíðindi

Skipanes til Hongkong at umvælast

1 tími síðan
Fótbóltur

KÍ hevur eina stóra favorittstøðu móti Skála ÍF

2 tímar síðan
Lesarabrøv

At sleppa at luttaka!

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður fer ikki upp í stríð um tæn­astu­boð­

3 tímar síðan
Tíðindi

Nógv dýrari hjá íbúgvum at parkera í miðbýnum

4 tímar síðan
Tíðindi

Norrøna fer ikki eftir hetlendingum til Oyggjaleikirnar

5 tímar síðan