info
Ongi úrslit
(tilgjørd mynd)

Danskar og bretsk­ar ser­deild­ir venja í Vest­manna­sundi

Í komandi viku fara danskar og bretskar serdeildir at hava eina venjing í Vestmannasundi og har nærhendis.

Eirikur Lindenskov
18. september 2026 kl. 10:38

Venjingin ber heitið Lion Protector og tað er norðurevropeiska verjusamstarvið JEF (Joint Expeditionary Force), sum skipar venjingarnar í samstarvi við føroyskar myndugleikar. JEF er verjusamstarv undir bretskari leiðslu, har úrvald NATO lond kunnu handfara hernaðarligar støður í Norðurevropa og á norðurleiðum.

Venjingin er samstundis partur av Arctic Endurance, ið er eitt NATO átak undir danskari leiðslu. Endamálið við Arctic Endurance er at styrkja hjáveruna hjá NATO í Arktis og á norðurleiðunum. At styrkja verju- og trygdarsamstarvið millum Føroyar og Danmark, og onnur sameind, varð umrøtt á fundi millum danska verjumálaráðharran og landsstýrismannin í august í ár. Átøkini verða samskipað og eftirmett í samstarvi millum donsku verjuna og føroyskar myndugleikar.

Endamálið við hesi venjingini er at royna m.a. bjargingarstøður og samstarvið millum luttakandi partar, herímillum Vørn, sum luttekur í venjingini sum føroyskur myndugleiki.

Venjingar sum hesar styrkja um førleikarnar og tryggja eftirlit, tilbúgving og støðufesti í økinum.

Venjingarnar byrja í seinnu helvt av september og halda á fram til fyrst í oktober. 

Í sambandi við venjingina eru partar av havnarlagnum í Vestmanna frámerktir eftir avtalu við kommununa.

Á fundi við Løgtingsins uttanlandsnevnd í morgun hevur landsstýrismaðurin greitt nevndini frá um venjingarnar.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

14 tímar síðan

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

11 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Formula hevur vunnið rammusáttmála um teldur til almenna geiran

1 minuttur síðan
Tíðindi

Vinjar við egnum tónleiki í Listastovuni

18 minuttir síðan
Tíðindi

Seks eru dripin í skúlaskjóting

25 minuttir síðan
Tíðindi

Maður deyður í hávaálopi í Avstralia

58 minuttir síðan
Tíðindi

Skipanes til Hongkong at umvælast

1 tími síðan
Fótbóltur

KÍ hevur eina stóra favorittstøðu móti Skála ÍF

2 tímar síðan
Lesarabrøv

At sleppa at luttaka!

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður fer ikki upp í stríð um tæn­astu­boð­

3 tímar síðan
Tíðindi

Nógv dýrari hjá íbúgvum at parkera í miðbýnum

4 tímar síðan
Tíðindi

Norrøna fer ikki eftir hetlendingum til Oyggjaleikirnar

4 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ hevur favorittstøðuna móti B36 í Gundadali

5 tímar síðan
Fótbóltur

U21 steypafinalan: Skála ÍF vendi 0-2 til 3-2 sigur

10 tímar síðan