info
Ongi úrslit

Maður deyður í hávaálopi í Avstralia

Fólk, sum vóu á staðnum, søgdu frá nógvum blóði í sjónum eftir álopið

Løgreglan á strondini við Sorrento Beach út fyri Perth har vesturi í Avstralia
Vilmund Jacobsen
18. september 2026 kl. 10:18

Ein maður læt lív eftir at vera álopin av hávi í Avstralia í morgun. Maðurin svam út fyri Sorrento Beach, tá hann varð álopin.

Løgreglan sendi bæði bát og tyrlu á staðið.

- Vit fingu fráboðan um ein mann, sum varð álopin, tá hann svam fram við strondini, og maðurin læt lív í álopinum.

Fólk, sum vóu á staðnum, søgdu frá nógvum blóði í sjónum eftir álopið.

Tíðindini um hávaálopið í morgun kom bert fáar dagar eftir eitt annað hávaálop nærindis Geraldton, sum liggur umleið 25 kilometrar frá staðnum, har álopið var í morgun.

Í hesum fyrra álopinum fekk viðkomandi løstir, men varðveitti lívið.

Higartil í ár hava fýra fólk latið lív í hávaálopum í Avstralia, harímillum ein 12 ára gamal drongur.

Útlendskir miðlar vita at siga, at síðan 1791 eru skrásett 1300 hávaálop í Avstralia, og av hesum hava 260 fólk latið lív.

- Í miðal hava tað verið 2-3 deyðilig hávaálop í Avstralia um árið síðan 2000, veit tv2.no at siga í morgun.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

14 tímar síðan

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

11 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seks eru dripin í skúlaskjóting á Filipsoyggjunum

6 minuttir síðan
Tíðindi

Danskar og bretsk­ar ser­deild­ir venja í Vest­manna­sundi

19 minuttir síðan
Tíðindi

Skipanes til Hongkong at umvælast

42 minuttir síðan
Fótbóltur

KÍ hevur eina stóra favorittstøðu móti Skála ÍF

1 tími síðan
Lesarabrøv

At sleppa at luttaka!

1 tími síðan
Tíðindi

Løgmaður fer ikki upp í stríð um tæn­astu­boð­

2 tímar síðan
Tíðindi

Nógv dýrari hjá íbúgvum at parkera í miðbýnum

4 tímar síðan
Tíðindi

Norrøna fer ikki eftir hetlendingum til Oyggjaleikirnar

4 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ hevur favorittstøðuna móti B36 í Gundadali

4 tímar síðan
Fótbóltur

U21 steypafinalan: Skála ÍF vendi 0-2 til 3-2 sigur

10 tímar síðan
Tíðindi

Helst vóru fleiri um brotsverkið

11 tímar síðan
Tíðindi

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

11 tímar síðan