Í minsta lagi seks fólk eru dripin og fleiri eru særd í skúlaskjóting á Filipsoyggjunum.
Ein 17 ára gamal maður, sum løgreglan heldur framdi álopið, er millum tey deyðu.
17 fólk fingu løstir í skjótingini.
ABC News skrivar, at skjótingin fór fram við skúlan, Banga National High School.
Hetta er í South Cotabato-regiónini har suðuri á Filipsoyggjunum.
AFP veit at siga, at ungi maðurin, sum framdi álopið, at enda skeyt seg sjálvan.
Sambært Reuters er talið av deyðum, sum eru millum 14 og 17 ár, vaksið síðan hendingina.
Stúrt verður fyri, at talið kann fara at veksa.