info
Ongi úrslit
Skipanes hjá Smyril Line er á veg til Hongkong, har skaðin eftir eldin í maskinrúminum skal umvælast. Umleið 900 elbilar eru í lastini. Mynd: Smyril Line.

Skipanes til Hongkong at umvælast

– Skaðin er avmarkaður, og vit rokna við, at umvælingin fer at taka seks til átta vikur, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, við Kringvarpið.

Eirikur Lindenskov
18. september 2026 kl. 10:15

Skipanes hjá Smyril Line er nú á veg til Hongkong, har skaðin eftir eldin í maskinrúminum fyrr í hesum mánaðinum skal umvælast.

Tað upplýsir Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, fyri Kringvarpinum.

– Skaðin er avmarkaður, og roknað verður við, at umvælingararbeiðið fer at taka seks til átta vikur, sigur hann í sms-boðum við Kringvarpið.

Skipanes kemur eftir ætlan til Hongkong í morginári.

900 elbilar eru umborð

Skipið siglir ikki tómt til Hongkong. Tað er lastað, og sambært stjóranum í Smyril Line eru millum annað umleið 900 elbilar umborð.

Skipanes er annað av teimum báðum nýggju farmaskipunum hjá Smyril Line, sum eru bygd í Kina og skulu styrkja farmaflutningin hjá felagnum.

Men heimferðin hjá Skipanesi fekk ein óvæntaðan steðg, tá eldur kom í maskinrúmið 2. september.

Eldurin varð skjótt sløktur, og eingin fólkaskaði var. 23 mans eru í manningini.

Fór aftur á skipasmiðju

Tá eldurin kom í, var Skipanes umleið 20 fjórðingar úr Taivan. Skipið fór síðani aftur á skipasmiðju í Kina, har skaðin varð kannaður.

Nú er niðurstøðan, at skipið skal til Hongkong at umvælast.

Sambært Kringvarpinum fór Skipanes úr Xiamen í Kina mikunáttina. Upplýsingar frá Vesselfinder og MarineTraffic vísa, at kósin er sett móti Hongkong.

Um metingin hjá Smyril Line heldur, verða tað sostatt seks til átta vikur afturat, áðrenn umvælingin er liðug.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

14 tímar síðan

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

11 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vinjar við egnum tónleiki í Listastovuni

1 minuttur síðan
Tíðindi

Seks eru dripin í skúlaskjóting á Filipsoyggjunum

8 minuttir síðan
Tíðindi

Danskar og bretsk­ar ser­deild­ir venja í Vest­manna­sundi

21 minuttir síðan
Tíðindi

Maður deyður í hávaálopi í Avstralia

41 minuttir síðan
Fótbóltur

KÍ hevur eina stóra favorittstøðu móti Skála ÍF

1 tími síðan
Lesarabrøv

At sleppa at luttaka!

1 tími síðan
Tíðindi

Løgmaður fer ikki upp í stríð um tæn­astu­boð­

2 tímar síðan
Tíðindi

Nógv dýrari hjá íbúgvum at parkera í miðbýnum

4 tímar síðan
Tíðindi

Norrøna fer ikki eftir hetlendingum til Oyggjaleikirnar

4 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ hevur favorittstøðuna móti B36 í Gundadali

4 tímar síðan
Fótbóltur

U21 steypafinalan: Skála ÍF vendi 0-2 til 3-2 sigur

10 tímar síðan
Tíðindi

Helst vóru fleiri um brotsverkið

11 tímar síðan