info
Ongi úrslit

Nýggj bók um Sámal Toftanes

Eirikur Lindenskov
12. november 2026 kl. 14:42

Nýggj bók um listamannin Sámal Toftanes verður løgd fram í Leirvík

Sunnudagin 15. november kl. 15.00 verður nýggja listabókin “Sámal Toftanes – sólarljós og sálarljós” løgd fram í Bátasavninum í Leirvík. Tað eru Gallarí Havnará og Sprotin, sum í felag hava staðið fyri útgávuni. Øll eru hjartaliga vælkomin til bókaframløguna.

Bókin lýsir listamannin Sámal Toftanes, lív hansara og sermerkta listarliga myndamálið. Bárður á Lakjuni hevur skrivað bókina, og Osmund Justinussen hevur hugleitt um Sámal sum menniskja og um list hansara.

Sámal Toftanes hevði sína fyrstu framsýning í 1989, tá ið hann var við á árligu listaframsýningini hjá Lions Eysturoy. Síðani hevur hann ment sítt egna myndamál, har føroyska náttúran, ljósið og litirnir hava ein týðandi leiklut.

Málningarnir hjá Sámali eru ofta merktir av friði og samljóði. Tað hvílir ein serlig ró yvir myndunum, har litspæl, myndevni og samanseting skapa eina heild, sum endurspeglar lyndið í listamanninum. Men í myndunum finst eisini dramatikkur, har myrkur og ljós, hav og himmal møtast í einum sterkum og stundum ófrættakendum huglagi.

Sólarljós ella sálarljós?

Ljósið hevur altíð havt ein serligan týdning í málningunum hjá Sámali. Í einum ummæli av várframsýningini í 2001 hugleiddi Gunnar Hoydal um, hvørt ljósið í myndunum var sólarljós ella sálarljós. Henda hugleiðing hevur nú givið nýggju bókini navn.

Sámal hevur í stóran mun hildið fast við tað naturalistiska myndamálið. Hann hevur málað føroysku náttúruna, bygdirnar, fjøllini og havið, men tað er ikki bert tað, eygað sær, sum kemur til sjóndar. Í myndunum er eisini eitt huglag, ein kensla og ein serlig nærvera, sum ger listina persónliga og livandi.

Við bókini ynskja Gallarí Havnará og Sprotin at varpa ljós á listina hjá Sámali Toftanes og varðveita ein týðandi part av hansara listarliga arbeiði í einari vakrari bókaútgávu.

Bókaframløga í Bátasavninum í Leirvík

Nýggja bókin verður løgd fram sunnudagin 15. november kl. 15.00 í Bátasavninum í Leirvík.

Hetta verður eitt høvi at hoyra um bókina og listina hjá Sámali Toftanes og at síggja nýggju útgávuna.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Bókin “Sámal Toftanes – sólarljós og sálarljós” kostar 348 kr. og kann keypast í bókasøliunum kring landi og á sprotin.fo.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Søren Huss á Voxbotn

16 minuttir síðan
Tíðindi

Hugnaligur jólamarknaður fyri alla familjuna

23 minuttir síðan
Hondbóltur

U17-landsliðið skal spæla EM-undankapping við Tjarnir

30 minuttir síðan
Tíðindi

56 seglbátar við 191 ferðafólkum vitjaðu í Vági

1 tími síðan
Tíðindi

Veitarar úr Eysturoy á vitjan í Noregi

1 tími síðan
Tíðindi

12. november á forsíðunum gjøgnum árini

2 tímar síðan
Fótbóltur

Meistaravenjari kemur ikki aftur til Runavíkar

2 tímar síðan
Tíðindi

Danmark lækkar partafelagsskattin niður í 19 prosent

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar við í norð­ur­lendsk­um út­boði um veður­lags­til­búgv­ing

3 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu eru føroysku firðirnir broyttir?

3 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Dómari úr Finnlandi til dystin Slovakia-Føroyar

3 tímar síðan
Tíðindi

Frá grafikkortum til AI-stjørnu: Nú er Nvidia-stjórin undir trýsti

3 tímar síðan