Bretska stjórnin fer nú at seta í verk revsitiltøk ímóti tíggju teimum størstu oljuframleiðarunum í Russlandi.
Tað veit tíðindastovan, Reuters at siga í dag.
Sagt verður, at revsitiltøkini eitt nú fara at fevna um skip í russiska skuggaflotanum og kolafeløgum.
Sonevndi russiski skuggaflotin fevnir um ein hóp av eldri skipum, sum Russland brúkar fyri at ganga uttanum altjóða revsitiltøk.
Skipini sigla við russiskari olju - uttan um vesturlendskar reglur og tryggingar.
Emdamálið hjá russum við hesum er at tryggja landinum týdningarmiklar oljuinntøkur, nú landið er í áralongum kríggi við Ukraina.