info
Ongi úrslit

Nú kann søkjast um orkuískoyti

Nú kann søkjast um orkuískoyti fyri seinna hálvár 2026. Freistin at søkja er 25. novembur 2026

Nanný J. Toftegaard
12. november 2026 kl. 15:15

Almannaverkið skrivar, at húski er persónar 18 ár ella eldri, ið sambært fólkayvirlitinum eru skrásettir at búgva á bústaðnum.

Inntøkugrundarlagi

Húski, sum í mesta lagi hevur inntøkugrundarlag á kr. 300.000, kann fáa orkuískoyti.
Í sambandi við orkuískoyti skal inntøka hjá øllum vaksnum persónum í húskinum
roknast við í inntøkugrundarlagið.
Inntøkugrundarlagið, sum orkuískoyti er grundað á, er skattskyldug inntøka sambært
skattalógini, kapitalvinningsskattalógini og leiguinntøka sambært ásetingarlógini. Aðrar
inntøkur, vinningur ella møguligur annar stuðul verður lagt afturat inntøkuni.
Fyri A-inntøku er inntøkutíðarskeiðið, sum orkuískoyti verður grundað á, inntøkan
seinastu 12 mánaðirnar frammanundan umsóknarmundinum.
Fyri B-inntøku og vinning sambært kapitalvinningsskattalógini er inntøkutíðarskeiðið, ið
orkuískoyti verður grundað á, inntøkan seinasta álíknaða inntøkuár.

Ogn

Orkuískoyti kann ikki verða veitt húski um ognin, um umsóknarmundi, fer uppum
• Kr. 50.000, fyri húski, ið telur eitt ella tvey vaksin
• Kr. 70.000, fyri húski, ið telur trý ella fleiri vaksin
Ognarupplýsingar, ið Almannaverkið hevur, eru frá 31-12-2025.

Av tí skal samanhangandi kontuavrit frá peningastovnum frá 01-01-2026 og til umsóknarmundi leggjast við umsóknini.


At meta sum ogn er innistandandi í peningastovni og virðisbrøv.
Undantikið er ogn, ið er endurgjald fyri varandi mein og ikki-fíggjarligan skaða.
Persónur upp til 23 ár, sum sambært fólkayvirlitinum er skrásettur at búgva saman við
einum ella báðum foreldrum, kann eiga upp til kr. 50.000, sum ikki verður roknað sum
ogn.

Útgjald

Orkuískoyti í 2026 verður útgoldið sum ein upphædd á kr. 5.000 í tveimum umførum. Eina ferð fyri fyrra hálvár og eina ferð fyri seinna hálvár. Útgjaldið verður goldið til ein persón í húskinum.

Hevur persónur av órøttum fingið orkuískoyti og átti hann at vita um hetta, skal hendan
upphæddin gjaldast aftur. Tað sama er galdandi, um orsøkin er vantandi ella skeivar
upplýsingar frá viðkomandi, sum hesin hevur skyldu at lata Almannaverkinum.


Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggj bók um Sámal Toftanes

41 minuttir síðan
Tíðindi

Søren Huss á Voxbotn

45 minuttir síðan
Tíðindi

Hugnaligur jólamarknaður fyri alla familjuna

51 minuttir síðan
Hondbóltur

U17-landsliðið skal spæla EM-undankapping við Tjarnir

58 minuttir síðan
Tíðindi

56 seglbátar við 191 ferðafólkum vitjaðu í Vági

1 tími síðan
Tíðindi

Veitarar úr Eysturoy á vitjan í Noregi

2 tímar síðan
Tíðindi

12. november á forsíðunum gjøgnum árini

2 tímar síðan
Fótbóltur

Meistaravenjari kemur ikki aftur til Runavíkar

2 tímar síðan
Tíðindi

Danmark lækkar partafelagsskattin niður í 19 prosent

3 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar við í norð­ur­lendsk­um út­boði um veður­lags­til­búgv­ing

3 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu eru føroysku firðirnir broyttir?

3 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Dómari úr Finnlandi til dystin Slovakia-Føroyar

4 tímar síðan