info
Ongi úrslit

Føroyar og Kina vilja virka fyri betri atgongd

- Við nýggja semjuskjalinum verður hildið fram við arbeiðnum, og partarnir eru samdir um at fara undir eina tilgongd, sum hevur til endamáls at fáa í lag fríhandil

Vilmund Jacobsen
22. oktober 2026 kl. 13:49

Í gjár undirritaðu Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, og Ling Ji, varahandilsmálaráðharri í Kina, semjuskjal í Beijing.

- Semjuskjalið er eitt týdningarmikið stig í eini longri tilgongd at menna handilssamstarvið millum Føroyar og Kina og leggur lunnar undir víðari arbeiðið at virka fyri einum fríhandilssáttmála.

Soleðis verður sagt í uttaníkis-og fiskimálaráðnum í dag.

- Semjuskjalið byggir á eitt áralangt arbeiði at menna handilslviðurskiftini landanna millum.

Víst verður á, at eitt týðandi stig varð tikið í fjør, tá heilsufrøðiligu protokollirnar um vilt veiddan fisk og fiskalýsi og fiskamjøl vórðu undirritaðar.

- Við nýggja semjuskjalinum verður hildið fram við hesum arbeiði, og partarnir eru samdir um at fara undir eina tilgongd, sum hevur til endamáls at fáa í lag fríhandil.

Føroyska vinnan skal hava góðar fortreytir at virka á altjóða marknaðum.

- Tí er umráðandi, at vit støðugt kanna nýggjar møguleikar og arbeiða fyri betri marknaðaratgongd. Við semjuskjalinum styrkja vit grundarlagið undir handilssamstarvinum við Kina.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður.

Sagt verður, at áðrenn undirritanina, hevði landsstýrismaðurin fund við Ling Ji, varahandilsmálaráðharra. Harumframt hevur landsstýrismaðurin havt fund við Cai Wei, varauttanríkisráðharra.

- Á báðum fundunum fegnaðust partarnir um semjuskjalið og umrøddu týdningin av hesum fyri samstarvið, verður sagt í uttanríkis-og fiskimálaráðnum í dag.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

22 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Myndir: Her enda allar fløskur og dósir í Føroyum

20. oktober kl. 10:58

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

2 tímar síðan
Tíðindi

Skatturin kann hækka av sær sjálv­um 100-300 kr um mánaðin

2 tímar síðan
Tíðindi

Djóni Nolsøe Joensen tikið sæti á tingi

2 tímar síðan
Tíðindi

MobilePay nærk­ast Før­oy­um – lóg­ar­forð­ing­in skal nú burtur

3 tímar síðan
Tíðindi

21 ára gamal skuldsettur fyri dráp í Grønlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, barnaansing og kvinnuheilsa á skránni

3 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Szeged-GOG beinleiðis á TV3 í kvøld

5 tímar síðan
Tíðindi

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

5 tímar síðan
Tíðindi

Tað verður illveður um vikuskiftið

5 tímar síðan
Tíðindi

Semja við Kina um at virka fyri betri markn­að­ar­atgongd

6 tímar síðan
Tíðindi

Vágs kommuna ger stuttfilmar: Lívið í Vági

6 tímar síðan
Tíðindi

Bilur fór av vegnum við Sandvíkarhjalla

6 tímar síðan