Tíðindaskriv 29. September 2026:
Virðislønti amerikanski týðarin Damion Searls og dóttur rithøvundin, Elin Brimheim Heinesen, hava saman týtt skaldsøguna. "Eitt møguligt høvuðsverk í samtíðar bókmentum", sigur varastjórin í amerikanska forlagnum um skaldsøguna. “Eg má klípa meg í armin fyri at trúgva tí, sum er hent!” sigur Elin.
Í 1977 gav Jens Pauli Heinesen skaldsøguna Rekamaðurin út á egna forlagi sínum, Gestur. Skaldsøgan gjørdist ein klassikari í Føroyum og er áður týdd til norskt, svenskt og íslendskt. Skjótt kemur hon út á enskum á tveimum av teimum mest viðurkendu forløgunum í ensktmælta heiminum.
Hetta er fyrsta skaldsøgutýðingin hjá Elini Brimheim Heinesen, men amerikanski týðarafelagi hennara, Damion Searls, er ikki hvør sum helst. Hann hevur áður týtt skaldsøgur m.a. eftir átta ymiskar Nobel-virðisløntar rithøvundar, harímillum Jon Fosse og Thomas Mann. Sjálvur hevur hann eisini fingið fleiri virðislønir fyri sínar týðingar.
Frá frítíðarlestri til heimsmarknaðin
Enska útgávan av Rekamanninum kom í lag gjøgnum eina røð av óvanliga hepnum og tilvildarligum hendingum. Á eini ferð á Gran Canaria í mars 2025 fór Elin Brimheim Heinesen undir at týða skaldsøguna hjá pápa sínum til enskt — einamest fyri at venja sínar ensku málførleikar. Hon gjørdist bitin av týðingini, og tá hon kom heim aftur til Føroya, helt hon á, til hon hevði týtt alla skaldsøguna á tamb.
Ætlanin hjá Elini var upprunaliga bara at geva skaldsøguna út til ferðafólk í Føroyum. Men ein óvæntað føðingardagsheilsa frá amerikanska yrkjaranum og týðaranum Randi Ward, sum fyri mongum árum síðani skrivaði uppgávu á Setrinum um bókina Rekamaðurin, fekk Elina at steðga á og førdi til, at Randi ístaðin fekk sett hana í samband við Damion Searls, sum beinanvegin sá dygdina og virðið í skaldsøguni hjá Jens Paula. Síðani tá hava tey bæði arbeitt saman um at fullfíggja týðingina. Í februar í ár førdi samstarvið millum tey trý — Elina, Randi Ward og Damion Searls — til, at hann kom til Føroya fyri fyrstu ferð fyri at luttaka sum fyrilestrahaldari á Føroyska Bókmentafestivalinum.
»Eg skyldi Randi Ward og Damion Searls eina risastóra, inniliga tøkk fyri ómetaliga virðismikla íkast teirra til, at øll hendan verkætlanin yvirhøvur gjørdist møgulig. Tað, at Damion Searls er partur av verkætlanini, hevur uttan iva latið nakrar hurðar upp, sum neyvan høvdu latið seg upp, um hann ikki legði navn til eisini. Eg eri ikki minst takksom fyri, at tilvildin, lagnan ella kanska ein hægri máttur — hvør veit? — gjørdi, at vit fingu samband við hvørt annað júst í røttu løtu. Annars hevði einki av hesum hent,« sigur Elin Brimheim Heinesen.
Ein skaldsøga um vald, maskulinitet og tjóðskaparkenslu
Rekamaðurin er um Sámal Mathias, sum undir seinna heimsbardaga livir í fátækradømi saman við konu síni og teirra áttanda barni á veg. Hann droymir um at finna lívsins størsta reka — ein virðismiklan skatt — í sjóvarmálanum. Tá ið hann finnur eina stóra tunnu við sterkum brennivíni í, heldur hann seg endiliga vera blivnan ein múgvandi mann. Men paranoia, umframt stóri tørvur hansara á viðurkenning og ein óvikandi sterk trongd eftir at sýnast sum ein "rættur maður" leiðir hann beina leið móti undirganginum.
Skaldsøgan gjørdist sera væl umtókt í Føroyum — serliga eftir at fólkakæri sjónleikarin Oskar Hermansen las hana so hegnisliga upp í útvarpinum. Orðingar úr bókini gjørdust vanligar at siga millum manna í skemti, so sum “Róligur, Sámal Mathias, róligur!” ella “Hvalurin er mín!”
Robert Weil, varastjórin á amerikanska forlagnum W.W. Norton, kallar skaldsøguna "eitt møguligt høvuðsverk í samtíðar bókmentum" og vísir á aktualitetin, skaldsøgan enn hevur:
»Greed cannot help create polity in a small community, much less in the world. The novel can be seen as a parable. It is also very allegorical.« (Grammleiki er ikki til hjálpar, tá eitt lítið samfelag skal fáast at virka, tíansheldur allur heimurin. Skaldsøgan kann lesast sum eitt líknilsi. Hon er eisini sera allegorisk.)
Sambært varastjóranum í forlagnum W.W. Norton gera evnini í bókini—“eiturkendur maskulinitetur” og sálarfrøðin aftanfyri tjóðskaparkenslu—skaldsøguna viðkomandi og eisini týdningarmikla fyri ein altjóða lesaraskara í dag.
Rættindi seld áðrenn bókamessuna í Frankfurt
Nicola DeRobertis-Theye, stjóri fyri Subrights í W.W. Norton forlagnum, hevur longu — áðrenn stóra bókamessan verður í Frankfurt í komandi viku — selt útgávurættindini í Stóra Bretlandi til kenda, bretska forlagið Canongate. Hon og Robert Weil luttaka bæði á bókamessuni í Frankfurt og vænta at kunna selja útgávurættindi viðari til fleiri onnur lond, ið tey siga, longu hava víst áhuga í bókini.
»The story about how this project was made possible, is exactly the kind of story everyone loves to hear when encountering an overlooked classic for the first time. It seems there have already been several acts of fate, so here's to a few more before the journey is through!« (Søgan um, hvussu øll verkætlanin gjørdist møgulig, er júst ein søga, øll elska at hoyra, tá tey fyrstu ferð varnast ein klassikara, tey ikki hava givið sær far um áður. Her hava longu verið fleiri lagnukendir tilburðir, so latið okkum vóna, at fleiri eru í væntu, áðrenn ferðin er at enda!) sigur Nicola DeRobertis-Theye.
»Tað rørir meg djúpt og ger meg so stolta vegna pápa mín og familju okkara, at onnur uttan fyri Føroyar eisini síggja dygdina og viðurkenna virðið í skaldskapinum hjá pápa, og ikki minst at ein av perlum hansara, Rekamaðurin, nú endiliga kemur til heiður og æru — eisini uttan fyri Føroyar og Norðurlond —og fær ta stóru útbreiðsluna kring heimin, sum skaldsøgan hevur uppiborið. Hetta man vera nakað av tí størsta, sum er hent fyri føroyskar bókmentir í nýggjari tíð, so eg má klípa meg í armin fyri veruliga at trúgva tí,« sigur Elin Brimheim Heinesen at enda.