info
Ongi úrslit

Tjørnuvíkingar hava eisini rætt til eina trygga farleið

Haraldur Símunarson Hammer vil hava at vita, nær farið verður undir Tjørnuvíkartunnilin. Hann vísir á, at farleiðin til bygdina framvegis er ein stór avbjóðing, og at ferðafólkaferðslan ger tørvin á tryggari farleið enn meira átrokandi.

Eirikur Lindenskov
29. september 2026 kl. 20:45

Nær kunnu tjørnuvíkingar vænta, at fyrsta skotið til Tjørnuvíkartunnilin verður latið av?

Tað spyr Haraldur Símunarson Hammer, løgtingsmaður, í einum skrivligum fyrispurningi til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum.

Fyrispurningurin er dagfestur í dag, og løgtingsmaðurin biður um eitt ítøkiligt svar upp á, nær landsstýrismaðurin ætlar at fara undir arbeiðið.

Í viðmerkingunum lýsir Haraldur Símunarson Hammer Tjørnuvík sum eina av elstu og vakrastu bygdunum í Føroyum. Men hóast tíðirnar eru broyttar, er farleiðin til bygdina framvegis ein stór avbjóðing, vísir hann á.

Hann leggur dent á, at tunnilin snýr seg um meira enn asfalt, betong, metrar og milliónir. Hann snýr seg eisini um menniskjuni, sum búgva í bygdini, og teirra samband við restina av samfelagnum.

– Tey, sum búgva í Tjørnuvík, gjalda skatt eins og øll onnur. Tey eru partur av føroyska samfelagnum eins og øll onnur, skrivar Haraldur Símunarson Hammer.

Hann heldur, at bygdarfólkið eisini eigur at kenna, at samfelagið raðfestir teirra trygd og gerandisdag.

Løgtingsmaðurin vísir harumframt á, at Tjørnuvík tekur ímóti nógvum ferðafólkum. Tað er gleðiligt, at fólk úr øllum heiminum vilja uppliva bygdina og náttúruna, men ferðslan hevur eisini avleiðingar, heldur hann.

Ferðafólk, sum ikki kenna vegin, koyra til bygdina, og bussar og persónbilar skulu møtast á farleiðini. Samstundis skulu bygdarfólk ferðast aftur og fram í sínum vanliga gerandisdegi.

Tí er Tjørnuvíkartunnilin eisini ein spurningur um ferðslutrygd, leggur Haraldur Símunarson Hammer dent á.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

Í gjár kl. 23:01

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Ítróttur

Myndir: WDF Europe Cup 2026 við Tjarnir

21 minuttir síðan
Hondbóltur

European League: Allan og Bjarni vunnu á Magnusi Árasyni

30 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyskur skald­søgu­klass­ik­ari verð­ur giv­in út í USA og Bretlandi

52 minuttir síðan
Tíðindi

Jenis vil hava ferð á kann­ing av mat­vøru­prísum

2 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Teis og liðfelagarnir vunnu á útivølli

2 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyar vóru mest sum skrædd­ar sund­ur í Mol­dova

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan fann ongar bumbur í vørubilum við bretska flogstøð

3 tímar síðan
Fótbóltur

U21 EM: Ísland smurdi Sveis av - Føroyar kunnu enn røkka øðrum plássinum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Hálvt liðið er skift út

5 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava trygga loysn við Streymin

5 tímar síðan
Tíðindi

Seks deyð í flogvanlukku í Russlandi

6 tímar síðan
Myndasøvn

Her eru elruskbilarnir í Tórshavnar Kommunu

6 tímar síðan