info
Ongi úrslit

U21 EM: Ísland smurdi Sveis av - Føroyar kunnu enn røkka øðrum plássinum

Vinnur føroyska U21-landsliðið á Luksemborg eru okkara bert tvey stig frá øðrum plássinum

Mynd: KSÍ
Heri Á. Simonsen
29. september 2026 kl. 18:00

Tað er háspenningur í EM-undankappingarbólkinum hjá føroyska U21-landsliðnum.

Í okkara bólki, bólki C vann Ísland fyri løtu síðani heili 5-1 á Sveis.

Ísland U21 - Sveis U21 5-1 (2-0)
1-0 Daníel Tristan Guðjohnsen ('11 )
2-0 Benoný Breki Andrésson ('45 )
2-1 Labinot Bajrami ('46 )
3-1 Davíð Helgi Aronsson ('62 )
4-1 Daníel Tristan Guðjohnsen ('79 )
5-1 Hilmir Rafn Mikaelsson ('86 )

Nú er háspenningur í kappingini um annað plássið. Frakland er fremst við 20 stigum, og teir hava ein dyst móti Luksemborg til góðar. Sveis er nummar tvey við 17 stigum. Ísland hevur 15 stig á triðja plássinum, og Føroyar hava 12 stig á fjórða plássinum. Luksemborg hevur fýra stig og Estland hevur tvey stig.

Vinna Føroyar á Luksemborg í dystinum, ið byrjar á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík í morgin klokkan 17, so er støðan í kappingini um annað plássið: Sveis 17 stig, Ísland 15 stig og Føroyar 15 stig.

Týskvøldið 6. oktober er dystarskráin hendan: Frakland-Sveis og Føroyar-Ísland á Tórsvølli. Vinnur Frakland á Sveis knógvar vinnarin av dystinum millum Føroyar og Ísland annað plássið í bólkinum.

Men fyrst mugu okkara stríðast fyri at vinna á Luksemborg í Klaksvík í morgin, og til ta uppgávuna hava teir brúk fyri góðum stuðuli kring vøllin.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

Í gjár kl. 23:01

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Hálvt liðið er skift út

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava trygga loysn við Streymin

2 tímar síðan
Tíðindi

Seks deyð í flogvanlukku í Russlandi

3 tímar síðan
Myndasøvn

Her eru elruskbilarnir í Tórshavnar Kommunu

3 tímar síðan
Tíðindi

Stuðulstørvurin fer ikki í summarfrí

3 tímar síðan
Tíðindi

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

4 tímar síðan
Myndasøvn

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

4 tímar síðan
Tíðindi

Heri prestur fyllir 70 ár

4 tímar síðan
Tíðindi

Maiken er byrjað í kommunalum skrivstovustarvi

5 tímar síðan
Tíðindi

Estland: Russland fremur sabotasju

5 tímar síðan
Tíðindi

Lærari dripin í knívaálopi á skúla í Slovakia

5 tímar síðan
Tíðindi

Havstovan mælir til at geva nósum frið

5 tímar síðan