Tríggir føroyingar vóru á vøllinum, tá Valur tók ímóti Mors-Thy í fyrsta dystinum í innleiðandi bólki H í EHF European League.
Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali vunnu í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík stórsigur 39-28 á Magnusi Árasyni og liðfeløgum hansara í Mors-Thy. Í steðginum var Valur á odda 19-15.
Bjarni skoraði seks mál upp á átta málroyndir, og Allan skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir. Magnus skoraði tvey mál upp á seks málroyndir.
Veteranurin í málinum hjá Vali, Björgvin Páll Gústavsson gjørdist ein marra hjá Magnusi og liðfeløgum hansara. Björgvin Páll Gústavsson bjargaði heili 41 prosent av málroyndunum hjá Mors-Thy.
Hini bæði liðini í bólkinum, Tatabanya úr Ungarn og Slovan Ljubljana úr Slovenia spæla í morgin klokkan 17.45.