Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í TTH Holstebro løgdu væl frá landi í EHF European League.
Í fyrsta dystinum í innleiðandi bólki F vann Holstebro á útivølli greiðan 33-23 sigur á kekkiska liðnum, Karvina. Í steðginum var Holstebro á odda við fimm málum, 16-11.
Teis fekk fýra málmøguleikar, og hann setti tríggjar av teimum í netið.
Leygardagin klokkan 14 er aftur dystur í bestu donsku hondbóltsdeildini. Tá hevur TTH Holstebro dyst á útivølli móti Fredericia.