info
Ongi úrslit

Jenis vil hava ferð á kann­ing av mat­vøru­prísum

Prísirnir á mati og drekka eru hækkaðir umleið 30 prosent seinastu fimm árini, men kanningin av høga príslagnum verður sambært Jenisi av Rana ikki liðug fyrr enn í 2027.

Eirikur Lindenskov
29. september 2026 kl. 19:59

Nú vil hann hava at vita, um landsstýrismaðurin fer at skunda undir arbeiðið.

– Nógv tos, men fá ítøkilig úrslit.

Soleiðis byrjar Jenis av Rana, løgtingsmaður, viðmerkingarnar til ein skrivligan fyrispurning til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, um matvøruprísir.

Jenis av Rana vil hava at vita, um landsstýrismaðurin er nøgdur við tíðarætlanina fyri kanningina, sum skal finna grundleggjandi orsakirnar til høga príslagið á gerandisvørum í Føroyum. Hann spyr eisini, um landsstýrismaðurin ætlar at seta átøk í verk fyri at skunda undir kanningina, og hvørji hesi átøk í so fall verða.

Í viðmerkingunum vísir løgtingsmaðurin á, at prísirnir á mati, drekkivørum og øðrum gerandisvørum eru hækkaðir umleið 30 prosent seinastu fimm árini. Hann vísir millum annað til útsagnir hjá Kappingareftirlitinum í útvarpssendingini Breddanum 25. september.

Sambært Jenisi av Rana varð ein undankanning løgd fram í 2024. Hon varð ikki mett at vera nøktandi, men gav ábendingar, sum vóru orsøk til at fara undir eina størri kanning.

Henda kanningin er framvegis í gongd og fevnir millum annað um veitarar, smásølu og heilsølu. Hon skal kanna, um viðurskifti á føroyska marknaðinum forða fyri veruligari og virknari kapping.

Jenis av Rana undrast á, at arbeiðið tekur so drúgva tíð, samstundis sum gerandisvørurnar eru vorðnar munandi dýrari.

Hann skrivar, at eingin endalig freist er ásett, og at kanningin ikki verður liðug fyrr enn einaferð í 2027. Sambært honum varð í Breddanum víst á nógv arbeiði og eitt lítið kontór sum orsøkir til, at kanningin tekur tíð.

Løgtingsmaðurin heldur, at tørvur er á at finna orsakirnar til høgu prísirnar og møguligar loysnir, sum kunnu hjálpa vanliga borgaranum.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

Í gjár kl. 23:01

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Ítróttur

Myndir: WDF Europe Cup 2026 við Tjarnir

21 minuttir síðan
Hondbóltur

European League: Allan og Bjarni vunnu á Magnusi Árasyni

30 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyskur skald­søgu­klass­ik­ari verð­ur giv­in út í USA og Bretlandi

52 minuttir síðan
Tíðindi

Tjørnuvíkingar hava eisini rætt til eina trygga farleið

1 tími síðan
Hondbóltur

European League: Teis og liðfelagarnir vunnu á útivølli

2 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyar vóru mest sum skrædd­ar sund­ur í Mol­dova

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan fann ongar bumbur í vørubilum við bretska flogstøð

3 tímar síðan
Fótbóltur

U21 EM: Ísland smurdi Sveis av - Føroyar kunnu enn røkka øðrum plássinum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Hálvt liðið er skift út

5 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava trygga loysn við Streymin

5 tímar síðan
Tíðindi

Seks deyð í flogvanlukku í Russlandi

6 tímar síðan
Myndasøvn

Her eru elruskbilarnir í Tórshavnar Kommunu

6 tímar síðan