info
Ongi úrslit
© Toby Shepheard/Reuters
Vápnað løgreglufólk halda vakt við eina avbyrging nær hernaðarflogstøðini Fairford týsdag. Kanningararbeiðið á staðnum væntast at verða liðugt mikudagin.

Løgreglan fann ongar bumbur í vørubilum við bretska flogstøð

Løgreglan hevur lagt hald á bensin, men ongar spreingiløðingar eru funnar í vørubilunum, sum vórðu steðgaðir við hernaðarflogstøðina Fairford sunnunáttina.

Eirikur Lindenskov
29. september 2026 kl. 19:05

Ongar heimagjørdar spreingiløðingar vóru í vørubilunum, sum bretska løgreglan steðgaði við hernaðarflogstøðina Fairford tíðliga sunnudagin.

Løgreglan hevur tó lagt hald á eina nøgd av bensini úr bilunum. Tað upplýsir bretska yvirgangsløgreglan týsdag.

Málið verður kannað sum ein møgulig ætlan um álop á flogstøðina.

Fólk í økinum boðaðu løgregluni frá tíðliga sunnudagin, eftir at tey høvdu sæð illgrunasomu vørubilarnar.

Fairford liggur í útsynningspartinum av Onglandi. Amerikanskar herdeildir brúka flogstøðina til álop á Iran.

Fimm menn, sum vórðu handtiknir sunnudagin, vórðu mánadagin leyslatnir móti veðhaldi. Teir eru framvegis undir kanning.

Løgreglan leggur dent á, at avgerðin um at lata menninar leysar varð tikin við atliti at kanningararbeiðinum.

– Eg skilji, at henda gongdin kann hava komið óvart á nógv, sigur Laurence Taylor, leiðari fyri bretsku yvirgangsløgregluni.

– Men eg vil leggja dent á, at hetta var ein avgerð við atliti at kanningararbeiðinum, grundað á royndir og eina gjølliga meting av heimildunum hjá løgregluni.

Týsdag upplýsti løgreglan eisini, at húsarannsóknir eru gjørdar í London.

Kanningararbeiðið við sjálva flogstøðina verður nú minkað og væntast at verða liðugt mikudagin.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

Í gjár kl. 23:01

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Ítróttur

Myndir: WDF Europe Cup 2026 við Tjarnir

22 minuttir síðan
Hondbóltur

European League: Allan og Bjarni vunnu á Magnusi Árasyni

31 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyskur skald­søgu­klass­ik­ari verð­ur giv­in út í USA og Bretlandi

53 minuttir síðan
Tíðindi

Tjørnuvíkingar hava eisini rætt til eina trygga farleið

1 tími síðan
Tíðindi

Jenis vil hava ferð á kann­ing av mat­vøru­prísum

2 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Teis og liðfelagarnir vunnu á útivølli

2 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyar vóru mest sum skrædd­ar sund­ur í Mol­dova

3 tímar síðan
Fótbóltur

U21 EM: Ísland smurdi Sveis av - Føroyar kunnu enn røkka øðrum plássinum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Hálvt liðið er skift út

5 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava trygga loysn við Streymin

5 tímar síðan
Tíðindi

Seks deyð í flogvanlukku í Russlandi

6 tímar síðan
Myndasøvn

Her eru elruskbilarnir í Tórshavnar Kommunu

6 tímar síðan