info
Ongi úrslit
© John Macdougall/Ritzau Scanpix
Jensen Huang, stovnari og stjóri í Nvidia, heldur høvuðsrøðuna á einari ráðstevnu um vitlíki í Berlin í oktober. (Savnsmynd)

Frá grafikkortum til AI-stjørnu: Nú er Nvidia-stjórin undir trýsti

Mark Zuckerberg hevur samanborið Jensen Huang við Taylor Swift. Nú kann ein gøla sambært The Wall Street Journal kosta honum starvið sum stjóri í fyritøkuni, hann sjálvur var við til at stovna.

Eirikur Lindenskov
12. november 2026 kl. 10:57

Tá Jensen Huang í 2024 var á einari tøkniráðstevnu í Taiwan, róptu fjepparar navn hansara og bóðu um sjálvsmyndir og autografar. Stjórin í Nvidia var vorðin so kendur, at Facebook-stovnarin Mark Zuckerberg samanbar hann við Taylor Swift.

Jensen Huang er 63 ára gamal og føddur í Taiwan. Familjan flutti til Tailands, tá hann var fimm ára gamal. Fýra ár seinni vórðu hann og eldri beiggi hansara sendir til USA at búgva hjá einum mammu- ella pápabeiggja. Sambært The Independent endaðu teir av misgáum á einum strongum kostskúla í Kentucky.

Seinni búsettist familjan í Oregon. Huang las til elektroverkfrøðing á Oregon State University og las síðani víðari á Stanford University. Undir lestrinum hitti hann Lori Huang, sum hann er giftur við. Tey eiga tvey børn, sum bæði hava leiðandi størv í Nvidia.

Sá møguleikarnar í grafikkortunum

Í 1993 stovnaði Huang Nvidia saman við Chris Malachowsky og Curtis Priem. Teir tríggir skulu hava stovnað felagið á einari Denny’s-matstovu í USA. Huang hevur verið stjóri síðani.

Nvidia varð fyrst kent fyri grafikkort til telduspøl. Huang sá tíðliga, at somu prosessorar kundu brúkast til aðrar uppgávur. Tað legði lunnar undir, at Nvidia fekk ein týðandi leiklut í menningini av vitlíki og gjørdist eitt av heimsins virðismestu feløgum.

Stjórasessurin kann vera í vanda

Huang hevur viðgingið, at hann hevur havt eitt samband við eina sølukvinnu, sum sambært The New York Times er undir illgruna fyri at njósnast fyri Kina. Mikudagin skrivaði sama blað, at Huang eisini skal hava havt eitt samband við eitt leiðandi starvsfólk í Nvidia, sum starvaðist undir honum.

Partabrævið hjá Nvidia er fallið nógv, síðani søgurnar komu fram, skrivar Ritzau. Sambært The Wall Street Journal kann málið enda við, at Huang missir stjórasessin.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

Í gjár kl. 13:35

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Jólasøla verður í Verkhúsinum Virkni hetta vikuskiftið

59 minuttir síðan
Tíðindi

Jarðfeingi bjóðar út keyp av 150 tonsum av CO₂

1 tími síðan
Tíðindi

Kunnu fáa danska hjálp at finna út­lendsk­ar í­leggj­arar

2 tímar síðan
Tíðindi

Borgarstjórar um­røddu Suður­oyar­tunn­ilin og Smyr­il við løgmanni

3 tímar síðan
Tíðindi

Bilur fór á glið og rakti mótkoyrandi bil

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggja blaðið er tókt á netinum

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vann THW Kiel seg í steypafjórðingsfinaluna

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Jákup B fegnast um at vera við landsliðnum aftur

10 tímar síðan
Tíðindi

Framgongd er tengd at hvussu USA tosar við Russland

11 tímar síðan
Hondbóltur

St. Gallen vann triðja dystin á rað

11 tímar síðan
Tíðindi

Demokratar vinna senat­ssess í Missi­s­sippi fyri fyrstu ferð í 44 ár

11 tímar síðan
Fótbóltur

Marjus Nón flytur aftur til Skála

12 tímar síðan