Tað upplýsir Vágs kommuna í fráboðan, sum varð kunngjørd í gjár.
Fundurin varð hildin í Skemmukrambúðini í Porkeri, har borgarstjórarnir og løgmaður umrøddu ymisk viðurskifti, sum hava týdning fyri Suðuroynna.
Serliga verða Suðuroyartunnilin, Smyril og tørvurin á einum avloysaraskipi nevnd.
Kommunan sigur ikki, um nakrar ítøkiligar avgerðir vórðu tiknar ella avtalur gjørdar á fundinum.
Løgmaður vitjaði eisini fleiri stovnar í Suðuroynni, millum annað Ítróttaháskúlan, har hann royndi zipline tvørtur um Múlagjógv.