info
Ongi úrslit
© Brandon Bell/Ritzau Scanpix
Scott Colom á tíðindafundi í Jackson í Mississippi týsdagin. CNN metti mikukvøldið, at hann hevði vunnið senatsvalið. (Savnsmynd)

Demokratar vinna senat­ssess í Missi­s­sippi fyri fyrstu ferð í 44 ár

Dagført: Scott Colom stendur til at vinna á sitandi republikanska senatorinum Cindy Hyde-Smith við hálvum prosentstigi. Við sigrinum hava demokratarnir vunnið 55 av teimum 100 sessunum í Senatinum.

Eirikur Lindenskov
11. november 2026 kl. 23:29

Demokraturin Scott Colom hevur vunnið senatsvalið í Mississippi, metir valredaktiónin hjá CNN sambært Ritzau. Tað er fyrstu ferð síðani 1982, at ein demokratur vinnur eitt senatsval í statinum.

Við 99 prosentum av atkvøðunum taldum stendur Colom til at fáa 49,2 prosent, meðan Cindy Hyde-Smith stendur til at fáa 48,7 prosent.

Úrslitið er ein stórur ósigur hjá republikanarunum í einum stati, sum Donald Trump vann við 22 prosentstigum á forsetavalinum í 2024. Tá Hyde-Smith varð afturvald í 2020, vann hon við 10 prosentstigum. Colom verður fyrsti svarti senatorurin úr Mississippi síðani tíðina eftir amerikanska borgarakríggið.

Steðgaði tilnevningini hjá Colom

Scott Colom er 43 ára gamal. Hann var dómari og lokalur ákæri, áðrenn hann í 2015 varð valdur til økisákæra fyri fýra sýslur í Mississippi. Í 2022 tilnevndi Joe Biden, táverandi forseti, hann til starvið sum samveldisdómari. Annar senatorurin úr Mississippi, Roger Wicker, var til reiðar at stuðla tilnevningini, men Hyde-Smith noktaði at góðkenna hana.

Hyde-Smith vísti til tilnevningina, tá hon á valkvøldinum tók sigurin upp á forskot.

– Eg forðaði Scott Colom í at gerast samveldisdómari, og tit forðaðu honum í at gerast amerikanskur senator, segði hon sambært Mississippi Today.

Demokratarnir høvdu longu tryggjað sær meirilutan í Senatinum. Við úrslitinum í Mississippi standa teir til at fáa 55 sessir, meðan republikanararnir hava vunnið 44. Alaska er einasti staturin, har senatsvalið enn er óavgjørt.

Ritzau / CNN · Mississippi Today

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

Í gjár kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Marjus Nón flytur aftur til Skála

35 minuttir síðan
Hondbóltur

Erling Erlendsson hevur gjørt sáttmála við HF Karlskrona

1 tími síðan
Tíðindi

Russiskur diplomatur í USA doyði brádliga í Moskva

1 tími síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: VÍF vann stórsigur á eykaliðnum hjá Kyndli

1 tími síðan
Tíðindi

Nær fáa røktarheimini fastan lækna?

2 tímar síðan
Hondbóltur

Jana og Marita vunnu - Maria tapti

2 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu seg víðari í steypakappingini

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Oyndarfjarðar­tunn­il­in - og for­bann­ils­ið av fjalla­vegum

3 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil vann á StÍF - H71 skoraði 50 mál á Eiði

3 tímar síðan
Tíðindi

Blatter kallar Infantino ein einaræðisharra

4 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Magnusi sendi liðið hjá Jóhan úr steypakappingini

4 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum er fremst í Rumenia

4 tímar síðan