Tveir norðurlendingar kappast um at verja málið hjá TSV St. Otmar St. Gallen í bestu sveisisku hondbóltsdeildini hjá monnum.
Talan er um 22 ára gamla Aleksandar "Sasja" Lacok úr Føroyum, og 30 ára gamla Andreas Björkman úr Svøríki.
Í kvøld hevði Andreas Björkman átta bjargingar í 26 málroyndum, og Sasja tvær bjargingar í níggju málroyndum, tá St. Gallen í kvøld vann triðja sigurin á rað í bestu sveisisku deildini.
Í kvøld gjørdist talan um greiðan 35-26 (17-9) útisigur á Stafa.
St. Gallen er nummar fimm í deildini við 12 stigum. Kriens er greitt oddalið við fullum stigatali, 24 stig fyri 12 dystir.
Sunnudagin klokkan 15 fær St. Gallen ein gyltan møguleika at vinna seg í hálvfinalurnar í sveisisku steypakappingini. Tá spæla teir fjórðingsfinalu á útivølli móti Yellow/ Pfadi Espoirs úr næstbestu deildini.