Jarðfeingi vil keypa 150 tons av koltvísúrni til eina granskingarverkætlan. Tað sæst í einum útboði, sum varð kunngjørt á Keypsportali landsins 11. november.
Talan er um koltvísúrni úr lívrunnum keldum, sum skal latast í bingjum, ið rúma 20 tonsum hvør. Veitingin skal fara fram í Tórshavn frá 1. apríl til 1. juni 2027. Útboðið lýsir ikki, hvat granskingarverkætlanin snýr seg um.
Tríggjar bingjur skulu altíð vera á staðnum í Havn. Tvær skulu vera íbundnar, og ein skal standa til taks. Upp í fimm aðrar bingjur kunnu vera í umferð til áfyllingar uttanlands. Ein slík rundferð má í mesta lagi taka 16 dagar.
Freistin at lata inn tilboð er 30. november klokkan 15. Prísur og veiting telja hvør sína helvt, tá tilboðini verða mett. Sambært útboðnum verður vinnarin kunngjørdur 4. desember.