Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel vann hóskvøldið í áttandapartsfinaluni í týsku steypakappingini, ið var leikt á útivølli tepran 35-34 sigur á Lemgo. Í steðginum var Kiel á odda 18-14.
Elias skoraði tvey mál upp á seks málroyndir, og hann legði eisini upp til trý mál.