Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Kristiani Krog Hentze, løgtingsmanni.
Kristian Krog Hentze spurdi, um Føroyar kunnu fáa hjálp frá Invest in Denmark at fáa samband við útlendskar íleggjarar, uttan at tað krevur eina stóra útbygging av føroysku uttanríkistænastuni. Hann spurdi eisini, um landsstýrið ætlar at menna eina føroyska skipan til endamálið.
Vinnuframi er føroyskt sermál, og danska lógin, sum setur karmarnar fyri virkseminum hjá Invest in Denmark, er ikki galdandi í Føroyum. Lógin kann setast í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan. Sum er, hevur danska skipanin onga formliga skyldu at virka fyri at fáa útlendskar íløgur til Føroya.
Tekur gjald fyri størri uppgávur
Føroyskir myndugleikar og fyritøkur kunnu sambært svarinum fáa upplýsingar frá Invest in Denmark, fáa kanningar gjørdar ella samstarva um marknaðarføring. Invest in Denmark tekur gjald fyri størri ella drúgvari uppgávur.
Bárður á Steig Nielsen leggur onga ítøkiliga ætlan fram um eina føroyska skipan. Hann sigur, at landsstýrið leypandi metir um, nær tað er skilagott at brúka verandi skipanir, og nær tað er skilagott at gera egnar.