Brynhildur Ásta Bjartmarz var á veg í ein matvøruhandil mikudagin, tá hon varð boðsend til eina bjargingaruppgávu við hægstu raðfesting. Hon fór beinanvegin út á flogvøllin í Reykjavík.
Hon var ein av teimum seks í tyrlumanningini, sum fýra tímar seinni kom fram til teir 17 sjómenninar, ið stríddust fyri lívinum í kalda sjónum eystan fyri Ísland.
Í samrøðu við íslendska miðilin Vísir greiðir hon frá dramatiska bjargingarátakinum.
Longu tá tyrlan fór úr Reykjavík, visti manningin, at 17 fólk vóru í sjónum, og at veðurumstøðurnar fóru at vera sera truplar.
Tyrlan fekk ikki flogið tvørtur um íslendska hálendið, men mátti flúgva fram við strondini og millumlenda í Hornafirði at taka brennievni.
Á veg út á vanlukkustaðið umrøddi manningin gjølla, hvussu bjargingaruppgávan skuldi loysast.
Tveir eftir í sjónum
Við hjálp frá eftirlitsflogfarinum hjá íslendsku sjóverjuni fann tyrlumanningin 11 av sjómonnunum, sum hildu saman í sjónum.
– Tað var ein stórur lætti at síggja teir og síggja, at teir vóru saman, sigur Brynhildur Ásta Bjartmarz við Vísir.
Meðan tyrlumanningin í skundi tók sjómenninar upp ein fyri og annan eftir, fann eitt fiskiskip hinar seks sjómenninar.
Men so hvørt sum fleiri sjómenn komu um borð, gjørdist tyrlan tyngri, og orkuavlopið hjá tyrluni gjørdist alsamt minni.
Tá tveir sjómenn enn vóru eftir í sjónum, noyddist tyrlan at flúgva burtur eina løtu fyri at brúka brennievni og gerast lættari.
Tá teir seinastu vóru fingnir upp í tyrluna, taldi manningin sjómenninar fleiri ferðir, fyri at tryggja sær, at allir 17 vóru komnir um borð.
Øll skuldu vera samd
Tvær av teimum trimum bjargingartyrlunum hjá íslendsku sjóverjuni vóru ikki flúgviklárar, tá neyðarkallið kom frá Jökull.
Sambært trygdarreglunum hjá íslendsku sjóverjuni, mátti tyrlan tí ikki fara longri enn 20 fjórðingar úr landi. Men sjómenninir vóru 60 fjórðingar úr landi.
Øll seks í tyrlumanningini skuldu vera samd um at seta trygdarreglurnar til viks.
– Vit umrøddu tað, men eingin ivaðist nakrantíð, sigur Brynhildur Ásta Bjartmarz.
Hon sigur, at hon ongantíð óttaðist fyri sínum egna lívi. Hon hevði óvikandi álit á restina av tyrlumanningini.
Sjómenninir eru hetjurnar
Brynhildur Ásta Bjartmarz hevur blandaðar kenslur eftir bjargingarátakið. Tað eydnaðist at fáa allar 17 sjómenninar upp úr sjónum, men tríggir lótu lív.
Hon heldur ikki sjálv, at hon er nøkur hetja.
Tað eru sjómenninir, sum í fleiri tímar stríddust fyri lívinum í kalda sjónum, ið eru veruligu hetjurnar, heldur hon.
Skunda undir keyp av fjórðu tyrluni
Íslendski forsætisráðharrin, Kristrún Frostadóttir, upplýsti á tíðindafundi hósdagin, at stjórnin av álvara umhugsar at útvega íslendsku sjóverjuni eina tyrlu aftrat, og at ferð nú verður sett á hetta arbeiðið.