- Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fær mest av hýsu og so nakað av toski. Skipið kemur væntandi inn at landa síðst í komandi viku.
Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Um frystilínuskipini verður sagt, at eitt er á Íslandsrygginum, eitt er ávegis heim av Flemish Kap, eitt fiskar í Eysturgrønland, og fýra fiska í føroyskum sjógvi.
- Skipið á Íslandsrygginum fær mest av toski og so nakað av svartkalva. Skipið, sum hevur verið á Flemish Kap, hevur mest av toski.
Lagt verður aftrat, at skipið, sum er í Eysturgrønlandi, fær mest av svartkalva og frystilínuskipini, sum fiska í føroyskum sjógvi, fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
- Streymurin verður góður fyrst í vikuni, men harðnar, sum vikan gongur, og veðrið verður umskiftandi.
Á Fskamarknaði Føroya vænta tey, at nakað verður av útróðri. Útróðrrbátrnir fáa mest av hýsu og nakað av toski, verður lagt aftrat.