Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag.
Á Aalborg Portland Park megnaði liðið hjá Ara Olsen og Árna Nóa Atlasyni, Vendsyssel javnleik 2-2 móti favorittunum, AaB. Ari spældi 78 minuttir, og hann var skiftur út við júst Árna, ið fekk seinastu løtuna á vøllinum.
AaB var tvær ferðir á odda í dystinum, men báðu ferðirnar megnaði Vendsyssel at svara aftur.
Heimaliðið legði seg á odda longu í fyrsta minutti av dystinum. Seinni hálvleikur var 10 minuttir gamal, tá Isaac Thelin javnaði til 1-1, men bert fýra minuttir seinni legði AaB seg framum aftur. Fýra minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat gjørdist Benjamin Clemmensen stóra hetjan hjá Vendsyssel, tá hann javnaði til 2-2 og tryggjaði Vendsyssel eitt stig.
Vendsyssel er nummar sjey í deildini við 10 stigum.
Gunnar Vatnhamar var á vøllinum seinasta korterið, tá Vejle á útivølli í grannauppgerðini móti Fredericia megnaði javnleik 2-2.
Mikkel Duelund fekk Vejle á sigurskós í 14. minutti, men bert 10 minuttir seinni javnaði heimaliðið til 1-1. Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Fredericia seg á odda 2-1. Men í 84. minutti javnaði Johan Karlsson, og syrgdi fyri, at Vejle framvegis ikki hevur tapt aftaná níggju umfør.
Vejle er næstfremst í deildini við 19 stigum. Hvidovre, ið heldur ikki hevur tapt ein dyst í kappingini er fremst við 21 stigum.