Samuel Chukwudi spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í SV Ried vunnu stórsigur í heimadysti í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini.
Á Josko Arena vann Ried 4-1 á Wolfsberger AC. Ante Bajić og Evan Eghosa syrgdu fyri, at heimaliðið var á odda 2-0 longu eftir níggju minuttirs spæl. Stutt undan steðginum økti Stefan Schwab við einum brotssparki. Í 81. minutti staðfesti Isaac Thelin sigurin áðrenn útiliðið slapp at minka um munin til 4-1.
Samuel fær fyri leikliga avrikið karakterin: 7,2 frá Soccerstand og 7,1 frá Sofascore (av 10 møguligum).
SV Ried er nummar fimm í deildini við átta stigum fyri sjey dystir. Rapid Wien er fremst í deildini við 18 stigum.