info
Ongi úrslit

Hellas Verona er nú fimtfremst í italsku Seriu B

Hesaferð byrjaði Andrias Edmundsson ikki inni fyri Hellas Verona

Heri Á. Simonsen
20. september 2026 kl. 16:45

Andrias Edmundsson var ikki í byrjanaruppstillingini, tá Hellas Verona seinnapartin tók ímóti Vicenza í Seriu B.

Tað vóru tó bert leiktir 10 minuttir av dystinum á Stadio Marcantonio Bentegodi leikvøllinum, tá Seid Korac hjá heimaliðnum bleiv skaddur, og Andrias kom á vøllin.

Tá ein lítil tími var leiktur legði Vicenza seg á odda 1-0. Men við tveimum málum innanfyri tríggjar minuttir gjørdist Daniel Mosquera stóra hetjan hjá Hellas Verona, og so kundi heimafjøldin fegnast um ein góðan 2-1 sigur.

Fyri leikliga avrikið fær Andrias karakterin: 7,7 frá Soccerstand, og 7,4 frá Sofascore (av 10 møguligum). So sigast má, at Andrias tók av aftaná hann kom á vøllin.

Hellas Verona er nummar fimm í deildini við sjey stigum fyri fimm dystir.

Nú fer Andrias saman við landsliðsliðfeløgunum at fyrireika seg til uppgávurnar í Nations League móti Kasakstan, Moldova og Slovakia.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 08:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 21:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

18. september kl. 00:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

Í gjár kl. 20:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 13:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 12:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Partrolarar og djúpvatnstrolarar koma inn at landa í vikuni

59 minuttir síðan
Tíðindi

Mette Frederik­sen: Havi eitt sera gott sam­band við Trump

37 minuttir síðan
Tíðindi

Fýra frystilínuskip í føroyskum sjógvi

9 minuttir síðan
Tíðindi

Hvussu skulu Føroyar fáa mat, um kreppa rakar?

10 minuttir síðan
Fótbóltur

Vendsyssel og Vejle leiktu bæði javnt á útivølli

23 minuttir síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu stórsigur á heimavølli

53 minuttir síðan
Tíðindi

Umfatandi umvælingar á Tjóðpalli Føroya

1 tími síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen og Jens-Frederik Nielsen á veg til USA

2 tímar síðan
Tíðindi

Seinasti valdagur í Russlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Eingin ætl­an um at frí­taka sjón­leik og kon­sert­ir fyri MVG

4 tímar síðan
Tíðindi

Noregi: Nú verður ikki leitað eftir fólki á lívi

4 tímar síðan
Ítróttur

Semifinala, brace og unglingakapping

4 tímar síðan