Tað spyr hon Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, í einum skrivligum fyrispurningi.
Fía Selma Nielsen vísir á, at nógv hevur verið frammi seinastu árini um stuttfluttar matvørur, og at vaksandi áhugin fyri burðardygd hevur verið við til at fáa fleiri smærri privatar matframleiðslur kring landið.
Men hon heldur, at spurningurin eisini eigur at síggjast í einum størri høpi.
– Í einum alt ótryggari heimi er neyðugt at hugsa um, hvussu Føroyar kunnu vera meira sjálvbjargnar við mati og matframleiðslu, skrivar hon í viðmerkingunum til fyrispurningin.
Samgongan vil styrkja føroyska matframleiðslu
Løgtingskvinnan vísir eisini til samgonguskjalið, har tað stendur, at landbúnaðurin hevur bæði búskaparligan, mentanarligan og tilbúgvingarligan týdning.
Í samgonguskjalinum verður staðfest, at tað í einari ótryggari tíð er týdningarmikið at styrkja føroyska matframleiðslu.
Fía Selma Nielsen vil tí hava landsstýrismannin at svara tveimum spurningum.
Hon spyr, um landsstýrið ætlar, at Føroyar skulu verða sjálvbjargnar í matvøruframleiðslu, og um landsstýrismaðurin hevur eina ætlan fyri, hvussu føroysk matframleiðsla skal styrkjast.