info
Ongi úrslit

Mette Frederik­sen: Havi eitt sera gott sam­band við Trump

Danska forsætisráðfrúan sigur, at hon hevur eitt gott samband við Donald Trump. Í næstu viku skulu tey hittast í New York, har væntandi verður skrivað undir nýggju avtaluna millum USA, Grønland og Danmark.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrúa, fer sunnudagin til New York, har samstarvsavtalan millum Danmark, Grønland og USA væntandi verður undirskrivað í næstu viku. (Savnsmynd) Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix
Eirikur Lindenskov
20. september 2026 kl. 17:16

Mette Frederiksen váttar sunnudagin, at hon í næstu viku skal hitta amerikanska forsetan, Donald Trump.

Fundurin verður í New York í sambandi við ST-aðalfundin, og ætlanin er, at nýggja samstarvsavtalan millum USA, Grønland og Danmark tá skal undirskrivast.

– Eg havi eitt gott samband við amerikanska forsetan, sigur Mette Frederiksen við TV 2 News undan fráferðini til New York.

Hon heldur, at avtalan er góð fyri trygdina í einum alsamt meira ótryggum heimi.

Tað er tó langt síðani, at Mette Frederiksen og Donald Trump eftir øllum at døma seinast tosaðu beinleiðis saman. Seinasta alment kenda samrøðan teirra millum var 15. januar í fjør, eftir at Trump hevði givið til kennar, at hann vildi hava Grønland undir amerikanskt ræði.

Síðani hevur danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, havt ein stóran leiklut í samskiftinum við USA.

Í januar í ár hitti hann saman við táverandi grønlendska landsstýriskvinnuni í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt, amerikanska varaforsetan J.D. Vance og uttanríkisráðharran Marco Rubio í Washington.

Eftir tann fundin varð ein arbeiðsbólkur settur, og arbeiðið hjá honum hevur nú ført fram til samstarvsavtaluna, sum væntandi verður undirskrivað í næstu viku.

Vil ikki avdúka innihaldið enn

Mette Frederiksen vil framvegis ikki siga ítøkiliga, hvat stendur í avtaluni.

– Vit hava ikki eina avtalu fyrr enn um nakrar dagar, og tað er ikki fyrr enn tá, at eg fari at siga nakað um innihaldið, sigur hon.

Hon sigur tó, at avtalan er góð fyri Grønland og danska ríkið, eins og hon eftir hennara tykki er góð fyri USA, NATO-samgonguna og Evropa.

Spurd, um hon væntar, at Donald Trump og USA fara at halda avtaluna, svarar Mette Frederiksen, at tað roknar hon við.

– Vit eru von við at kunna gera avtalur við hvønn annan í øllum møguligum samanhangum, sigur hon.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

Í gjár kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

AfD størsti flokkur – flokkurin hjá Merz nærum undir sperrumarkinum

19 minuttir síðan
Tíðindi

Bárður: Føroyingar skulu ikki kenna seg ótryggar

24 minuttir síðan
Tíðindi

Partrolarar og djúpvatnstrolarar koma inn at landa í vikuni

45 minuttir síðan
Tíðindi

Fýra frystilínuskip í føroyskum sjógvi

1 tími síðan
Fótbóltur

Hellas Verona er nú fimtfremst í italsku Seriu B

1 tími síðan
Tíðindi

Hvussu skulu Føroyar fáa mat, um kreppa rakar?

1 tími síðan
Fótbóltur

Vendsyssel og Vejle leiktu bæði javnt á útivølli

2 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu stórsigur á heimavølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Umfatandi umvælingar á Tjóðpalli Føroya

2 tímar síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen og Jens-Frederik Nielsen á veg til USA

3 tímar síðan
Tíðindi

Seinasti valdagur í Russlandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Eingin ætl­an um at frí­taka sjón­leik og kon­sert­ir fyri MVG

6 tímar síðan