Eitt flogfar hjá Qantas mátti herfyri takast úr flúgving, eftir at tað vísti seg, at veggjadýr vóru í flogfarinum úr Perth í Avstralia til Róm í Italia.
Tað var á einum 17 tímar longum flogtúri fríggjadagin hin 9. oktober, at fleiri ferðafólk kærdu sína neyð um, at tey vórðu bitin av smákyktum.
Hetta veit BBC at siga, og BBC endurgevur eitt nú Sydney Morning Herald.
Sagt verður, at ferðafólk fingu heilivág móti ovurviðkvæmi fyri at dempa skriða, men sum tímarnir gingu, var eingin heilivágur eftir í flogfarinum.
The Guardian veit at siga, at flogfarið var eitt Boeing 787 Dreamliner.
Eftir lending í Róm, varð flogfarið tikið úr flúgving til eina høvuðsreingerð, vita miðlarnir at siga.
Avleiðingin var, at retur-ferðin úr Róm til Perth varð avlýst henda dagin.
- Vit eru sera hørm vegna okkara ferðafólk um, at flúgvingin varð avlýst, sigur eitt talsfólk fyri Qantas við BBC.
Sagt verður, at ferðafólkini fingu tilboð um eina nátt og vórðu bókað til aðrar flogtúrar innan 48 tímar í mun til ætlaðu fráferðina úr Róm.