Ætlanin um at skilja netið hjá Føroya Tele frá sølupartinum fekk ikki neyðugu politisku undirtøkuna í undanfarna samgonguskeiði.
Tað upplýsir Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í einum svari til ein skrivligan fyrispurning frá Bjarna Kárasyni Petersen, løgtingsmanni.
Bjarni Kárason Petersen hevur spurt, um landsstýrismaðurin metir tað vera kappingarfremjandi, at Føroya Tele kappast á samskiftismarknaðinum, samstundis sum felagið er einkarveitari av netkervinum.
Hann vil eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at útvega neyðugu lógarheimildirnar til at skilja feløgini sundur, so P/F NET og P/F Samskifti ikki verða undir sama samtaki.
Í svarinum greiðir Aksel V. Johannesen frá, at landsstýrið í undanfarna samgonguskeiði arbeiddi við bæði kappingarstøðuni á telemarknaðinum og skipanini av Føroya Tele.
Í desember 2023 skipaði landsstýrið fyri einum temadegi, har viðkomandi eftirlitsstovnar, Nema og Føroya Tele hvør sær fingu høvi at siga sína hugsan um málið.
Løgmálaráðið metti, at ein sundurskiljing mátti fremjast við lóg. Arbeitt varð tí við einum lógaruppskoti, og málið varð umrøtt politiskt fleiri ferðir.
– Landsstýrismaðurin fekk tó ikki undirtøku fyri málinum at skilja Føroya Tele sundur, stendur í svarinum.
Aksel V. Johannesen upplýsir, at nýggja landsstýrið, sum tók við í apríl 2026, enn ikki hevur viðgjørt spurningin um at skilja netið frá sølupartinum.