info
Ongi úrslit

Vísa hvar vatnið kann standa hægst

Nýggjar modellútrokningar skulu hjálpa myndugleikunum í spanska býnum Iniesta at fyribyrgja skaðum av vatnflóð.

Eirikur Lindenskov
13. oktober 2026 kl. 13:41

Hvørji øki eru mest hótt, tá ið nógv regn fellur, og hvussu væl verja verandi verjutiltøk móti vatnflóð?

Tað eru spurningar, sum evropeiska Copernicus-tænastan hevur kannað í Iniesta í Cuenca-landslutinum í miðjum Spania.

Á einum korti, sum er lagt fram í dag, sæst, hvussu djúpt vatnið sambært útrokningunum kann verða í ringasta førinum, sum er kannað. Í útrokningunum er hædd tikin fyri verjutiltøkunum, sum longu eru gjørd í býnum.

Ljósabláu økini vísa grynri vatn, meðan lilla og ljósareyðu økini vísa, hvar vatnið kann verða djúpast. Talan er um eina modellútrokning og ikki eina mynd av einari vatnflóð, sum er nú.

Somu støður eru eisini kannaðar uttan verjutiltøkini. Samanberingin skal hjálpa myndugleikunum at meta um, hvussu væl tiltøkini virka, og hvar tørvur er á betri verju. Úrslitini kunnu eisini brúkast í býarskipanini.

Bakgrundin er millum annað ógvusliga regnið 19. september 2023, sum elvdi til stóra vatnflóð í Iniesta og grannabýnum Motilla del Palancar. Regnhendingar í 2024 eru eisini partur av kanningini.

Kortið verður lagt fram í sambandi við altjóða dagin fyri at minka um vanlukkuváða, sum er í dag, 13. oktober. Í ár er dentur lagdur á fyribyrging og tilbúgving har, sum fólk búgva.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Í gjár kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

Í gjár kl. 12:21

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Flogfar tikið úr flúgving tí fólk vórðu bitin av veggjadýrum

51 minuttir síðan
Tíðindi

Útlánini vóru 74 prosent av BTÚ í fjør

1 tími síðan
Tíðindi

Høvi at vitja umborð á Beautemps-Beaupré

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Fyrsta tapið nakrantíð fyri Andorra

1 tími síðan
Tíðindi

Útlánsvøksturin er høgur, men minkandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú verður latið upp fyri limaskapi

2 tímar síðan
Tíðindi

Tey tungu tøkini í Koltri eru tikin

3 tímar síðan
Tíðindi

Tvey skip rakt av dronum úti fyri Bulgaria

3 tímar síðan
Tíðindi

Hetlendingar fáa 203 milliónir krónur til at fyri­reika tunnil

4 tímar síðan
Tíðindi

Í ár fara skógvaeskjurnar til Ukraina

4 tímar síðan
Tíðindi

Johnson: Beinleiðis víst avrætting kann gagna yvirgangsfólki

5 tímar síðan
Tíðindi

Vindurin kann koma upp í 25 metrar um sekundið í morgin

5 tímar síðan