info
Ongi úrslit

Smyril avlýsir fýra túrar í morgin

Vánaliga veðurforsøgnin fær Strandferðsluna at framskunda morguntúrarnar hjá Smyrli og avlýsa restina av túrunum mikudagin. Eisini kunnu avlýsingar væntast á øðrum oyggjaleiðum og hjá Bygdaleiðum.

Eirikur Lindenskov
13. oktober 2026 kl. 16:37

Ferðafólk, sum skulu við Smyrli í morgin, mikudagin 14. oktober, mugu fara fyrr frá húsum enn ætlað.

Strandferðslan boðar á heimasíðu síni frá, at fráferðin av Krambatanga klokkan 06 verður framskundað til klokkan 05. Úr Havn fer Smyril klokkan 07.30 í staðin fyri klokkan 08.45.

Hinir fýra túrarnir mikudagin eru avlýstir vegna veður. Talan er um fráferðirnar av Krambatanga klokkan 11.30 og 18.45 og úr Havn klokkan 16 og 21.15.

Óvissa er eisini um siglingina hósdagin 15. oktober. Strandferðslan boðar frá, at broytingar og avlýsingar kunnu væntast í ferðaætlanini hjá Smyrli vegna vánaligu veðurforsøgnina.

Á hinum oyggjaleiðunum kunnu broytingar og avlýsingar eisini væntast mikudagin. Hetta fevnir um siglingina til Mykinesar, Kalsoyar, Svínoyar og Fugloyar, Hests, Skúvoyar og Nólsoyar.

Somuleiðis kunnu avlýsingar væntast hjá Bygdaleiðum kring landið mikudagin.

Veðrið hevur longu ávirkað siglingina í dag, týsdagin 13. oktober. Fyribils er eingin sigling millum Sand og Skúvoy.

Ferðafólk kunnu fylgja við dagførdu fráboðanunum á ssl.fo.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Í gjár kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

Í gjár kl. 12:21

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

Í gjár kl. 11:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Minnist til at tryggja leysar lutir

1 tími síðan
Fótbóltur

U17-kvinnurnar taptu stórt fyri Lettlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Róland Toftum tikið sæti í Vágs býráði

2 tímar síðan
Tíðindi

Fekk ikki und­ir­tøku fyri at skilja Før­oya Tele sundur

2 tímar síðan
Tíðindi

Vísa hvar vatnið kann standa hægst

3 tímar síðan
Tíðindi

Flogfar tikið úr flúgving tí fólk vórðu bitin av veggjadýrum

3 tímar síðan
Tíðindi

Útlánini vóru 74 prosent av BTÚ í fjør

3 tímar síðan
Tíðindi

Høvi at vitja umborð á Beautemps-Beaupré

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Fyrsta tapið nakrantíð fyri Andorra

4 tímar síðan
Tíðindi

Útlánsvøksturin er høgur, men minkandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Nú verður latið upp fyri limaskapi

5 tímar síðan
Tíðindi

Tey tungu tøkini í Koltri eru tikin

5 tímar síðan