info
Ongi úrslit

Fyrsti felags toppfundur hjá Føroyum, Íslandi og Grønlandi

Løgmaður, Beinir Johannesen, er í Íslandi í dag, har hann saman við grønlendska landsstýrisformanninum, Jens-Frederik Nielsen, hittir íslendsku forsætisráðfrúnna, Kristrún Frostadóttir.

Eirikur Lindenskov
7. oktober 2026 kl. 17:26

Talan er sambært íslendska forsætisráðnum um fyrstu ferð, at stjórnarleiðararnir í Føroyum, Íslandi og Grønlandi hittast serliga við tí endamáli at umrøða felags áhugamál hjá teimum trimum útnorðurlondunum.

Á skránni er millum annað støðan í Norðuratlantshavi og Arktis. Teir tríggir stjórnarleiðararnir skulu eisini vitja trygdarøkið á Keflavíkarflugvølli og hitta altjóða íleggjarar, sum hava áhuga fyri vinnu- og íløgumøguleikum í Útnorðri og á norðurslóðum.

Íslendska forsætisráðfrúan sigur, at londini hava serlig felags áhugamál í Norðuratlantshavi og Arktis, og at økið seinastu tíðina hevur fylt nógv í altjóða politikki. Hon vísir eisini á, at londini merkja tær trygdarpolitisku avbjóðingarnar í økinum og hava tørv á at samskifta tættari um tær.

Beinir Johannesen leggur sjálvur á Facebook dent á, at Føroyar, Grønland og Ísland hava nógv til felags.

– Eg haldi, at tað er umráðandi at hava góð sambond við hesar báðar grannarnar, tí bæði vinnuliga, menniskjaliga og politiskt deila vit søgu og landafrøði, skrivar løgmaður.

Hann nevnir eisini tað serliga sambandið millum føroyingar og íslendingar og sigur skemtandi, at føroyingar nærum altíð verða spurdir, um teir eru føroyingar, tá teir seta seg í ein hýruvogn í Íslandi.

Tað hendi eisini hjá løgmanni sjálvum, tá hann kom til Íslands í gjárkvøldið.

– Hugaligt, skrivar hann.

Fundurin kemur í eini tíð, har Norðuratlantshavið og Arktis hava fingið alsamt størri trygdarpolitiskan og vinnuligan týdning. Ísland hevði júst vitjan av amerikanska uttanríkisráðharranum, Marco Rubio, har trygd í Arktis og sterkari samstarv í Norðuratlantshavi vóru millum evnini.

Tíðindafundur við teimum trimum stjórnarleiðarunum verður klokkan 18 føroyska tíð.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

Í gjár kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bátastevnan í Vestmanna letur 600.000 krónur til ítróttin

9 minuttir síðan
Bilar

Nærum áttandi hvør persónbilur er elbilur

31 minuttir síðan
Tíðindi

Fleiri nýggir bilar á føroysku vegunum

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Ognartøka at avtaka havnagjaldið - tað sigur Innlendismálaráðið

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Eyðgunn: Vit mugu eisini fara aftur um tølini

2 tímar síðan
Tíðindi

Filmsvinnu­ráðið: Vit mugu fylgja menningini

2 tímar síðan
Tíðindi

90 ára føðingardagur

4 tímar síðan
Tíðindi

Skjótur vøkstur kann hava ein kostnað fyri hjartað hjá laksi

4 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2027

5 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Í minsta lagi 19 dripin í russiskum álopum

6 tímar síðan
Tíðindi

Næstan allir skúlar við í átakinum »SkíggjaSunn«

7 tímar síðan
Tíðindi

Kloakkir í Útibø skulu dagførast

8 tímar síðan