info
Ongi úrslit

– Góðar plátur kunnu samanberast við eina trírættaða matstkrá

Tónleikarin í heita stólinum hjá Sosialinum: Benjamin Rajani

Pætur Hjalmar Evensson
10. august 2024 kl. 11:00

Hvørjum lurtar tú mest eftir fyri tíðina?

– Sjálvt um rákið beint nú er stakløg, lurti eg næstan bara eftir plátum/heildarútgávum. Eg haldi, at plátur geva nakað annað - nakað djypri - enn stakløg og Spotify-playlistar. Góðar plátur kunnu kanska samanberast við eina trírættaða matstkrá, meðan góð stakløg kunnu samanberast við blandaði bomm. Bæði eru góð, men pláturnar hava eitt hægri endamál enn stakløgini. Beint nú lurti eg m.a. eftir plátum hjá Joni Mitchell, David Bowie, og John Mark McMillan.

Hvørjum lurtaði tú mest eftir fyri sum heilt ungur? 

– Eg eri uppvaksin við nógvum andaligum tónleiki. DC Talk var tað, sum fangaði meg mest. Tað var kul at hoyra, at mann kundi syngja um Gud og enn ljóða líka væl sum Linkin Park, Green Day og hinir stóru rock-bólkarnir í 00’unum. Av tí at eg búði í Onglandi frá 2002-2005, elskaði eg eisini bretsk “boy bands” sum Busted og McFly. Tá eg bleiv tannáringur og byrjaði at gera mín egna tónleik, høvdu Bon Iver og Tallest Man On Earth stóra ávirkan á meg.

Hvønn sang kanst tú hoyra umaftur og umaftur, uttan at blíva troyttur av honum?

– Vansin við at lurta eftir einum sangi umaftur og umaftur er nettupp, at mann skjótt blívur troyttur av honum. Men ein sangur, sum eg ikki orduliga blívi troyttur av, er “Harvest Moon” hjá Neil Young. Stemningurin í lagnum - í skirvisligu røddini hjá Neil Young - og í sjálvari upptøkuni, følist ítøkiligur. Kanska mest romantiski sangurin nakrantíð!

Er nøkur útgáva, sum tú heldur vera serliga góða?

– Har eru so nógvar at velja ímillum, men mín yndispláta yvirhøvur man vera “Carrie & Lowell” hjá Sufjan Stevens. Sufjan er eisini mín yndis artistur. Hann er ein sangskrivari av Guds náði. Fyrstu ferð eg hoyrdi plátuna, var tað sum okkurt broyttist inni í mær. Tað var sum at kaga út gjøgnum eitt vindeyga, og síggja ein annan heim. Plátan er lutfalsliga einføld og minimalistisk, men kortini rúmar hon stórum og ógvusligum kenslum, og tú kanst ikki umganga at verða drigin inn.

Hvønn sang vildi tú ynskt, tú sjálvur hevði gjørt?

– Sangir sum “Both Sides Now” hjá Joni Mitchell, “Skygni” hjá Kára P, og “Like a Rolling Stone” hjá Bob Dylan tykjast næstan ómenniskjansligir. Umframt at løgini eru vøkur, hava orðini eitt flog, sum mann bara kann undrast á. Um mann byrjar at samanbera sínar egnu sangir við slíkar sangir, er skjótt at missa mótið. Men, “Perfect is the enemy of good”, sum mann sigur á enskum, so tað ræður um at blíva við at skriva, sjálvt um tað aldrin verður perfekt.

(Sosialurin - spurningarnir eru settir í juni)

LES EISINI: – Sum tannáringur fjeppaðist eg mest við amerikanskt glam

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

13 tímar síðan

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

19 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Órógvandi bumbuhóttanir

48 minuttir síðan
Fótbóltur

Mattias flytur upp við Strømsgodset - og er valdur á vikuliðið

1 tími síðan
Tíðindi

Stórt vatn í Grikkalandi er nærum horvið

1 tími síðan
Tíðindi

Bumbuhóttan móti flog­fari: Flog­vøll­ur í Pól­landi stongdur

1 tími síðan
Tíðindi

Føroysk bók vinnur amerikanska virðisløn

1 tími síðan
Tíðindi

Lítlifløttur á Strondum hátíðarheldur 20 ára dag

2 tímar síðan
Tíðindi

Sýslumenn á fund um at taka løgregluna undir føroyskt ræði

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Tøkni eigur at stuðla undir okkara menning

3 tímar síðan
Lýsingagrein

Takið kann lækka elrokningina

3 tímar síðan
Tíðindi

Tólv bilførarar tiknir við fartelefon

4 tímar síðan
Tíðindi

Funnu ikki út av hvaðani oljan stavaði

4 tímar síðan
Tíðindi

Sami maður skuld­sett­ur fyri handils­stuld­ur tvær ferðir

5 tímar síðan