Skjótt eitt ár er liðið, síðani tíggju ára sáttmálin millum landið og Atlantsflog um tyrlutænastuna gekk út. Men enn er nýggjur langtíðarsáttmáli ikki komin upp á pláss.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 stendur, at helst verður neyðugt at leingja fyribils sáttmálan fyri 2026 eitt ár aftrat.
Í nýggja langtíðarsáttmálanum verður møguleiki at gera størri broytingar í tyrlutænastuni.
Í ár rindar landið Atlantsflogi 48,8 milliónir krónur fyri tyrlutænastuna. Hetta eru 4,4 milliónir krónur meira enn í gamla sáttmálanum.
Lesið eisini:
Føroyar seta tyrlubjargarar í størri váða
Av hesum eru 33,1 milliónir krónur fyri tilbúgvingina og 15,7 milliónir krónur fyri innanoyggja tyrluflúgvingina.
Íslendingar styrkja tilbúgvingina
Meðan arbeiðið við nýggja føroyska tyrlusáttmálanum dregur út, hevur íslendska stjórnin gjørt av at skunda undir arbeiðið at útvega eina fjórðu bjargingartyrlu, sum eftir ætlan skal hava støð á Akureyri.
Í løtuni eru tvær íslendskar bjargingartyrlur tøkar umleið 60 prosent av árinum. Við einari fjórðu tyrlu og einari sjeyndu tyrlumanning verður mett, at hetta talið kann hækka upp í millum 95 og 98 prosent.
Í Føroyum hava vit tvær bjargingartyrlur, men bara eina tyrlumanning á vakt.
Enn er ógreitt, hvørji krøv verða sett til føroysku tyrlutilbúgvingina í nýggja langtíðarsáttmálanum.