info
Ongi úrslit

Vilja lata kommunala botnfrádráttin standa í stað í 32 ár

Botnfrádrátturin í kommunuskattinum hevur verið 30.000 krónur síðani 2008. Nú mælir ein arbeiðsbólkur til at lata hann standa í stað fram til 2040 fyri at fíggja ein part av vaksandi útreiðslunum á eldraøkinum.

Eirikur Lindenskov
28. november 2026 kl. 13:44

Tær fyrstu 30.000 krónurnar av ársinntøkuni eru frítiknar fyri kommunuskatt. Verður tilmælið fylgt, fer sami botnfrádráttur at galda í 32 ár.

Arbeiðsbólkurin við umboðum úr Fíggjarmálaráðnum og Kommunufelagnum metir, at kommunurnar við hesum fáa 116 milliónir krónur meira í skattainntøkum í 2040, enn tær høvdu fingið, um botnfrádrátturin varð hækkaður í takt við lønirnar.

Frádrátturin verður minni verdur í mun til lønina

Hjá einum løntakara, sum fær lønarhækking, fer ein størri partur av lønini at falla oman fyri skattamarkið, tá botnfrádrátturin stendur í stað. Arbeiðsbólkurin vísir á, at hetta minka javnandi virknaðin hjá skattaskipanini. Samgonguskjalið leggur annars upp til at javna skattaskipanina við prís- og lønarvøkstrinum.

Tilmælið er partur av einari frágreiðing um fíggingina av eldraøkinum. Sambært frágreiðingini fara kommunurnar at hava tørv á umleið 300 milliónum krónum meira um árið í 2040, roknað í dagsins krónuvirði. Avgerð er enn ikki tikin um botnfrádráttin. Tilmælini skulu brúkast sum grundarlag undir samráðingum millum landið og kommunurnar.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

25 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyski tyrlu­sátt­mál­in er gingin út

41 minuttir síðan
Tíðindi

Ofta bara ein tyrla tøk

2 tímar síðan
Tíðindi

Húsarhald við hita­pumpu skulu rinda 2.700 kr meira um árið

2 tímar síðan
Tíðindi

Dunga Jákup verður doyptur í morgin

2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

2 tímar síðan
Tíðindi

Ongin at bjarga bjargarunum

3 tímar síðan
Lesarabrøv

NAKSKOV & FØROYSK KULTURSØGA

3 tímar síðan
Tíðindi

Tey fornisku hava nógv at siga okkum

4 tímar síðan
Tíðindi

Ulf helst valdur til nýggjan forsætisráðharra mánadagin

4 tímar síðan
Tíðindi

Skallaði ein mann á skeinkistaði

4 tímar síðan
Tíðindi

Fýra klipp á Fugla­fjarðar­vegnum og í Kollafirði

5 tímar síðan