info
Ongi úrslit
© Evelyn Hockstein/Reuters
Atkvøðuseðlar komu mánadagin til eitt uppteljingarstað í Los Angeles í Kalifornia. Amerikanski hægstirættur hevur víst aftur kravinum hjá stjórnini hjá Donald Trump um at halda umleið 20.000 brævatkvøður uttan fyri uppteljingina.

Hægstirættur vísir aftur kravi frá Trump um 20.000 brævatkvøður

Amerikanski hægstirættur hevur víst aftur einari áheitan frá stjórnini hjá Donald Trump um at halda umleið 20.000 brævatkvøður í Kalifornia uttan fyri uppteljingina á miðskeiðisvalinum í USA.

Eirikur Lindenskov
3. november 2026 kl. 00:01

Avgerðin varð tikin mánakvøldið, dagin fyri miðskeiðisvalið í USA.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Stjórnin hjá Donald Trump hevði bert fáar tímar frammanundan biðið hægstarætt um at viðgera málið sum skundmál.

Stjórnin hevur illgruna um, at umleið 20.000 brævatkvøður í Kalifornia eru latnar av fólkum, sum ikki hava amerikanskan ríkisborgararætt.

Tí vildi stjórnin hava atkvøðurnar lagdar til síðis, til staðfest var, um veljararnir høvdu amerikanskan ríkisborgararætt.

Men hægstirættur hevur nú víst kravið aftur.

Dómari: Kravið kann vera í stríð við grundlógina

Fyrr mánadagin hevði ein samveldisdómstólur eisini víst aftur einum líknandi kravi frá stjórnini.

James Boasberg, dómari við samveldisdómstólin í Washington D.C., metti, at kravið helst var í stríð við amerikonsku grundlógina.

Hann vísti á, at grundlógin gevur einstøku statunum og Kongressini heimild at áseta valreglur, ikki forsetanum.

Dómarin gav tí stjórnini boð um at sleppa kravinum um at leggja brævatkvøðurnar til síðis.

Kalifornia vísir aftur illgrunanum

Trump-stjórnin hevur í ár lagt stóran dent á at kanna, um fólk uttan amerikanskan ríkisborgararætt hava atkvøtt á miðskeiðisvalinum.

Stjórnin hevur gjørt ein lista yvir fólk, sum hon hevur illgruna um ikki eru amerikanskir ríkisborgarar.

Men myndugleikarnir í Kalifornia hava sambært AP lýst listan sum sera óálítandi.

Teir meta, at nógv av fólkunum á listanum helst eru amerikanskir ríkisborgarar og sostatt hava valrætt.

Sambært AP kemur tað sera sjáldan fyri, at fólk uttan amerikanskan ríkisborgararætt atkvøða á amerikonskum valum.

Óttaðist, at atkvøðurnar ikki kundu skiljast sundur aftur

Amerikanska løgmálaráðið hevði biðið hægstarætt um eitt fyribils forboð, sum skuldi tryggja, at tær umstríddu brævatkvøðurnar ikki vórðu taldar saman við hinum atkvøðunum, meðan málið varð viðgjørt.

John Sauer, sum umboðaði stjórnina í málinum, grundgav kravið við, at tað ikki fór at bera til at skilja atkvøðurnar sundur aftur, um tær fyrst vóru blandaðar saman við hinum.

Men hægstirættur hevur nú víst áheitanini aftur.

Kalifornia er fólkaríkasti staturin í USA, og avgerðin kemur bert fáar tímar undan miðskeiðisvalinum týsdagin.

/Ritzau/Reuters/AP

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

Í gjár kl. 07:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

Í gjár kl. 07:45

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

7 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Myndir: FSF tíðindafundur

7 minuttir síðan
Tíðindi

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

1 tími síðan
Tíðindi

Før­oya­r skulu hava veru­liga á­virk­an á verju­polit­isk­ar avgerðir

1 tími síðan
Tíðindi

Apple sel­ur meira enn vænt­að – ser­liga i­Phone gong­ur væl

1 tími síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - 24 deyð í russiskum álopi við tyssibumbum

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú kanst tú keypa Mynda­kal­end­ar­an á netinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Óttast álvars­liga van­lukku á Oyndar­fjarðar­­vegnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

4 tímar síðan
Fótbóltur

Stabæk sendi Mattias og Pingel upp í bestu norsku fótbóltsdeildina

4 tímar síðan
Fótbóltur

Mjällby kom eitt stig nærri bjargingini

4 tímar síðan
Tíðindi

Nes komm­una vænt­ar 12,7 milli­ónir í halli næsta ár

5 tímar síðan
Fótbóltur

BK Häcken tryggjaði sær meistaraheitið

5 tímar síðan