Johan Dahl, løgtingsformaður, helt hósdagin 29. oktober røðu og luttók í kjaki um framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum á 80 ára hátíðarhaldinum hjá Det Udenrigspolitiske Selskab í Keypmannahavn.
Í røðuni legði hann dent á, at broytta trygdarpolitiska støðan í Norðuratlantshavi krevur, at Føroyar fáa størri ávirkan á avgerðir, sum hava beinleiðis týdning fyri føroyska samfelagið.
Hann vísti á, at Føroyar hava yvirtikið ábyrgdina av stórum pørtum av samfelagnum, men at týðandi partar av uttanríkis-, verju- og trygdarpolitikkinum framvegis liggja undir felags karmunum í ríkinum.
Sambært løgtingsformanninum samsvarar hetta ikki longur við tann strategiska týdning, sum Føroyar hava fingið.
Ikki nóg mikið bara at verða kunnað
Johan Dahl segði, at Føroyar í dag ikki hava ta ávirkan á verju- og trygdarpolitiskar avgerðir, sum strategiski týdningurin hjá Føroyum og avleiðingarnar fyri føroyska samfelagið geva grundarlag fyri.
Hann nevndi millum annað avgerðir um danska hernaðarliga uppbygging í Norðuratlantshavi.
Føroyar skulu sambært honum ikki bara kunnast ella verða tiknar við upp á ráð, tá slíkar avgerðir verða tiknar.
Føroyar skulu hava eina veruliga og skipaða luttøku í sjálvari avgerðartilgongdini.
Hann helt, at verandi skipan hevur eina ójavnvág, sum neyðugt er at taka upp, um ríkisfelagsskapurin skal varðveitast og styrkjast.
Ríkisfelagsskapurin kann ikki vera sum fyrr
Løgtingsformaðurin vísti á, at heimurin er broyttur munandi seinastu árini, og at Arktis og Norðuratlantshavið hava fingið størri strategiskan týdning.
– Landafrøðin hjá okkum er ikki broytt. Men áskoðanin hjá heiminum á okkara landafrøði er grundleggjandi broytt, segði hann.
Johan Dahl segði, at framtíðin hjá ríkisfelagsskapinum ikki longur bara snýr seg um søgu og stjórnarrætt, men í vaksandi mun um trygd, sjálvræði og fólkaræði.
Hann mælti til, at ríkisfelagsskapurin við tíðini verður mentur til eitt nútímans strategiskt samstarv, sum byggir á virðing, javnstøðu, fólkaræði og felags áhugamál.
Danmark eigur sambært honum ikki bara at síggja Føroyar og Grønland sum partar av einum donskum ríki, men sum samstarvspartar við egnum áhugamálum og rætti til at taka ymiskar politiskar avgerðir.
Trýr framvegis upp á felagsskapin
Hóast hann eftirlýsti grundleggjandi broytingar, legði Johan Dahl dent á, at hann framvegis sær stórar møguleikar í samstarvinum millum Danmark, Føroyar og Grønland.
– Eg trúgvi upp á, at Danmark, Føroyar og Grønland eisini í framtíðini kunnu standa sterkari saman í einum ótryggum heimi, segði hann.
Men tað krevur, at londini tora at nútímansgera samstarvið, býta ábyrgd og ávirkan og virða fólkaræðisligu rættindini hjá hvørjum øðrum.
Løgtingsformaðurin endaði við at leggja dent á, at framtíðin hjá ríkisfelagsskapinum ikki kann byggja á søguna einsamalla.
– Fortíðin kann greiða frá, hví vit eru saman. Men hon kann ikki einsamøll avgera, hví vit skulu halda fram at vera saman.
Á hátíðarhaldinum luttók Johan Dahl eisini í kjaki saman við millum øðrum grønlendskum og donskum umboðum.
Tiltakið varð hildið í Keypmannahavn 29. oktober.
Røðan kann lesast her.