info
Ongi úrslit
© Abdul Saboor/Reuters
Apple hevði ein umsetning upp á 114,48 milliardir dollarar í seinasta ársfjórðingi, sum var meira enn greinararnir høvdu væntað. Serliga sølan av iPhone-fartelefonum gekk væl.

Apple sel­ur meira enn vænt­að – ser­liga i­Phone gong­ur væl

Amerikanski tøknirisin Apple hevur havt størri umsetning enn væntað í seinasta ársfjórðingi. Tað er serliga sølan av iPhone, sum hevur togað úrslitið uppeftir.

Eirikur Lindenskov
2. november 2026 kl. 22:58

Apple hevði ein umsetning upp á 114,48 milliardir dollarar í fjórða ársfjórðingi í roknskaparárinum.

Tað vísir nýggja ársfrágreiðingin hjá felagnum, sum varð almannakunngjørd í kvøld, eftir at amerikonsku partabrævamarknaðirnir stongdu.

Úrslitið er betri enn væntað.

Sambært Marketwire høvdu greinarar, sum Bloomberg News hevði savnað metingar frá, roknað við einum umsetningi upp á 113,39 milliardir dollarar.

Apple hevur sostatt selt fyri góðar 1,09 milliardir dollarar meira enn væntað.

iPhone dregur vøksturin

Tað er serliga sølan av iPhone-fartelefonum, sum hevur gingið væl.

iPhone-sølan gav Apple 57,6 milliardir dollarar í umsetningi í ársfjórðinginum. Greinararnir høvdu væntað 56,5 milliardir dollarar.

Eisini sølan av Mac-teldum gekk betur enn væntað.

Hinvegin gekk ikki eins væl hjá iPad.

Umsetningurin av iPad-teldlum var 6,23 milliardir dollarar, meðan marknaðurin hevði væntað 6,7 milliardir dollarar.

Apple er ein av heimsins størstu tøknifyritøkum, og úrslitini hjá felagnum verða fylgd neyvt av íleggjarum og greinarum um allan heim.

Nýggju tølini vísa, at iPhone framvegis er ein av týdningarmestu inntøkukeldunum hjá Apple.

/Ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

Í gjár kl. 07:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

Í gjár kl. 07:45

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

6 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hægstirættur vísir aftur kravi frá Trump um 20.000 brævatkvøður

19 minuttir síðan
Tíðindi

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

1 tími síðan
Tíðindi

Før­oya­r skulu hava veru­liga á­virk­an á verju­polit­isk­ar avgerðir

1 tími síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - 24 deyð í russiskum álopi við tyssibumbum

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú kanst tú keypa Mynda­kal­end­ar­an á netinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Óttast álvars­liga van­lukku á Oyndar­fjarðar­­vegnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

3 tímar síðan
Fótbóltur

Stabæk sendi Mattias og Pingel upp í bestu norsku fótbóltsdeildina

3 tímar síðan
Fótbóltur

Mjällby kom eitt stig nærri bjargingini

4 tímar síðan
Tíðindi

Nes komm­una vænt­ar 12,7 milli­ónir í halli næsta ár

4 tímar síðan
Fótbóltur

BK Häcken tryggjaði sær meistaraheitið

5 tímar síðan
Tíðindi

Alt býráðið í Vági skal vera við til at gera fíggjarætlan

5 tímar síðan