info
Ongi úrslit

Hann setti síni merki á Fuglafjørð

Handil, skip og stórar ætlanir eyðkendu lívið hjá gamla Sámal Peturi í Fuglafirði. Í Siðsøguni hjá Óla Jacobsen í Sosialinum hetta vikuskiftið verður søgan um reiðaran og slóðbrótaran lýst.

Eirikur Lindenskov
4. oktober 2026 kl. 07:41

Tá Sámal Petur Petersen kom til Fuglafjarðar í 1880-árunum, hevði hann ætlanir um at byggja sær eina framtíð við handli. Men virksemið skuldi gerast nógv meira enn tað.

Navn hansara varð knýtt at skipum, fiskiskapi og einum virksemi, sum setti sjónlig spor í bygdini. Kortini var leiðin ikki bein. Fyrstu royndirnar at finna hóskandi umstøður til handilin góvu ikki úrslit, og hann mátti leita eftir øðrum møguleikum.

Í Siðsøguni hetta vikuskiftið tekur Óli Jacobsen lesaran við aftur til hesa tíðina. Við støði í eldri frásagnum verður greitt frá, hvussu Sámal Petur fór frá útróðri í Íslandi til handil og reiðaravirksemi í Føroyum.Ein av søgunum snýr seg um fyrsta skipið, sum hann keypti. Tað var sluppin Florence, og við henni fylgdu bæði vónir og váðar. Aðrar frásagnir bera boð um ein mann, sum hevði hug at royna nýggjar leiðir – eisini tá tað galt motorbátar og trolarar.

Men hetta er eisini søgan um húski og gerandislív. Sámal Petur fekk 17 børn í tveimum giftum, og heimið og handilin vóru tætt knýtt at einum virksemi, har nógv fólk høvdu sína dagligu gongd.

Gamlar myndir av handlinum, fiskastykkjunum og skipunum á vágni geva samstundis eina mynd av Fuglafirði, sum nógv er broyttur síðan tá.

Les alla greinina »Skipasøga í Fuglafirði« í Siðsøguni hjá Óla Jacobsen í Sosialinum hetta vikuskiftið. Blaðið fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

15 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

B36 fekk fulla úrtøku móti AB

4 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

12 minuttir síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

29 minuttir síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

57 minuttir síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

1 tími síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

2 tímar síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

2 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

3 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

3 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

3 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

4 tímar síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

5 tímar síðan