info
Ongi úrslit

Hanna er aftur í løgtinginum

Rektarin í Miðnámi á Kambsdali fer í farloyvi, tí nú fer hon aftur í tingið

Eyðun Klakstein
14. september 2023 kl. 20:26

Týsdagin 19. september klokkan 11 verður tingfundur. Tá verður Árni M. Dam ikki í tinginum. Eftir ólavsøku tók hann sæti á tingi fyri Honnu Jensen, sum fór í farloyvi, tí hon fór aftur í rektarastarvið á Kambsdali. Í kvøld boðar Hanna Jensen frá, at hon fer í farloyvi úr rektarastarvinum, tí hon fer aftur í tingið.

Hanna Jensen skrivar soleiðis á facebook í kvøld:

TIKIÐ SÆTI AFTUR Á TINGI

Støða og lutur mín eru tey, at eg kenni meg kallaða at fara aftur á ting í eitt longri tíðarbil, enn eg fyrst helt vera tað rætta.

Eg havi viðgjørt støðuna aftur og aftur hesar seinastu mánaðirnar – bæði sjálv og saman við mínum nærmastu, saman við vinum og góðum ráðgevum.

Og luturin gjørdist tann, at eg formliga tók sæti á løgtingi aftur í gjár 13. september og fari í eitt longri farloyvi frá mínum starvi fyri at røkja tingsessin, sum mær lutaðist tann 22.desember í 2022.

Tað er ikki ein løtt støða fyri meg, tí eg síggi tað at arbeiða á Miðnámi á Kambsdali sum mítt lívsstarv. Tað er ein hjartasak.

Men umstøðurnar hava elvt til, at eg kenni tað sum mína skyldu at vera í løgtinginum nú.

Eg má drýpa høvur og gera orð Tróndar í Gøtu til míni egnu: “Sjái Guð Hluta minn”.

Í allarstørstu virðing fyri mínum arbeiðsplássi, fyri starvsfeløgum, næmingum, fyri mínum veljarum, mínum floksfeløgum og fyri løgtinginum og mínum kæra móðurlandi ynski eg okkum øllum blíðan byr, hvør á síni kós.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

8 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

U21 steypafinalan: Skála ÍF vendi 0-2 til 3-2 sigur

3 tímar síðan
Tíðindi

Helst vóru fleiri um brotsverkið

5 tímar síðan
Tíðindi

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

5 tímar síðan
Tíðindi

Arktiska tónleikakappingin kemur til Tórshavnar!

5 tímar síðan
Tíðindi

Listastovan bjóðar fjølbroytta heystskrá

6 tímar síðan
Tíðindi

Samgongan á rættari kós

6 tímar síðan
Tíðindi

Bergtøkan í ørandi myrka sjónum

6 tímar síðan
Tíðindi

Alzheimerfelagið fyllir 25 ár

6 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus knógvaði fyrsta stigið í Champions League

7 tímar síðan
Tíðindi

Rótin gevur íblástur til grønari vanar

7 tímar síðan
Tíðindi

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

8 tímar síðan
Tíðindi

11 ára gamlir rapparar við fyrsta staklagunm

8 tímar síðan