Liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf spældi fyrr í dag dyst á útivølli í týsku Bundesliguni.
Í Schwalbe-Arena í Gummersbach tapti Hannover 29-33 fyri heimaliðnum. Í steðginum var støðan javnleikur 18-18.
Vilhelm var noteraður fyri eitt mál og fyri eitt upplegg til mál.
Hannover-Burgdorf er nummar níggju í deildini við 12 stigum fyri 12 dystir.