info
Ongi úrslit
© Gints Ivuskans/Ritzau Scanpix
Altjóða íshokkisambandið váttar, at U20-HM í Kanada verður uttan russiska luttøku, hóast Russland fekk viðhald í kæruni um útihýsingina. Savnsmynd.

U20-HM í íshokki verður uttan Russland hóast CAS-dóm

Altjóða íshokkisambandið váttar, at russiska U20-landsliðið ikki kann luttaka í HM í Kanada. Kanadiska stjórnin vil ikki geva russiska liðnum innfararloyvi.

Eirikur Lindenskov
15. november 2026 kl. 22:15

U20-HM í íshokki hjá monnum verður kortini uttan russiska luttøku. Tað boðar altjóða íshokkisambandið, IIHF, frá við tilvísing til avgerðina hjá kanadisku stjórnini.

Kappingin verður í Kanada frá 26. desember til 5. januar og skuldi eftir ætlan verða fyrsta altjóða kappingin við russiskari luttøku, síðani Russland varð útihýst eftir innrásina í Ukraina í 2022.

Altjóða ítróttardómstólurin CAS gav síðst í oktober Russlandi viðhald í kæruni um útihýsingina. Kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, gjørdi tó greitt, at russiska liðið hvørki fór at fáa loyvi at luttaka ella at koma inn í Kanada.

Noreg bíðar eftir svari

Norska íshokkisambandið boðaði 8. november frá, at Noreg skuldi lata Russlandi sítt pláss í kappingini. IIHF sigur í fráboðanini einki um, hvørt Noreg nú fær plássið aftur.

Petter Salsten, aðalskrivari í norska íshokkisambandinum, fegnast kortini um boðini. Hann sigur við norsku tíðindastovuna NTB, at óvissan seinastu tvær vikurnar hevur rakt spælarar, venjarar og foreldur, sum leingi hava fyrireikað seg til kappingina.

IIHF hevur heldur ikki boðað frá, hvat avgerðin merkir fyri aðrar kappingar í 2027. Týskland skal eftir ætlan vera vertur fyri A-HM í mai og hevur áður sagt, at landið fer at umhugsa at lata vertsskapin frá sær, um Russland skal luttaka.

Danmark, Svøríki, Noreg, Finnland, Lettland, Sveis og Kekkia hava áður boðað frá, at londini ikki vilja spæla móti Russlandi í altjóða meistarakappingum.

/ritzau/

Fráboðanin hjá IIHF

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

6 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Julian Kragesteen vann á Kjartani Johansen

6 minuttir síðan
Tíðindi

Centerpartiet fer at samráðast víðari við Andersson

6 minuttir síðan
Hondbóltur

Stjarnan knógvaði ein javnleik á útivølli

36 minuttir síðan
Fótbóltur

Nations League: Fyrsta tapið hjá Spania í 43 dystum

56 minuttir síðan
Tíðindi

B71 gentur vunnu stóra flogbóltskapping í Danmark

1 tími síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Vilhelmi tapti á útivølli

1 tími síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Tey halda okkum vera keyptar

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Havnarliðini deildu stigini - H71 vann stórsigur á StÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

Tryggjar skúlin stættasamfelagið?

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Stjørnan vann stórsigur á VÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

SpaceX fangaði Star­ship úr luft­ini á fyrsta sinni

3 tímar síðan
Tíðindi

1.500 migrant­ar komu til Kanariu­oyggj­ar í gjár

3 tímar síðan