Liðið hjá Jóhannesi Bjørgvin (myndin) og Tóka Fríðrikssyni, Stjarnan spældi í dag dyst á útivølli móti Víkingi Reykjavík.
Dysturin endaði við javnleiki 27-27. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-14.
Jóhannes skoraði trý mál upp á tríggjar málroyndir. Tóki skoraði eitt mál og vann liðnum eitt brotskast.
Stjarnan er nummar 11 í deildini við seks stigum. Þór/KA og liðið hjá Trúgva Hávardsson, HK hava eisini seks stig, men hava betri málúrtøku enn Stjarnan. Víkingur Reykjavík hevur sjey stig á áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl.