info
Ongi úrslit

B71 gentur vunnu stóra flogbóltskapping í Danmark

Fimm lið vóru í bólkinum hjá B71, og her vunnu genturnar allar dystirnar 2-0. Í dag leiktu tær semifinalu og finalu og gjørdust vinnarar av gerntukappingini í A-bólkinum

Vilmund Jacobsen
15. november 2026 kl. 21:57

Um vikuskiftið hava B71-gentur í flogbólti luttikið í stórari kapping í Slagelse í Danmark. Vónirnar vóru so sum so, tá tær komu til Danmarkar, tí tær skuldu leika í A-bólkinum.

Men, B71-genturnar vístu í verki, at tær duga at spæla flogbólt, og tær duga at vinna eina stóra kapping - eisini í Danmark.

Tá semifinala og finala vórðu leiktar í dag, endaðu tær á fyrsta plássi og taptu bara eitt sett í allari kappingini tilsamans. Tær vunnu nevniliga spennandi finaluna á Ikast 2-1.

Tað vóru tveir bólkar í gentukappingini, harav B71 var í bólki við fýra øðrum liðum. Tær vunnu allar bólkadystirnar 2-0 - ávikavist ímóti Ikast, Gentofte, Flensburg og VKV úr Vestur Sælandi.

Í semifinaluni í dag vunnu tær 2-0 á Frederiksberg Volley, og finaludysturin var ímóti Ikast, sum tær høvdu vunnið 2-0 í bólkaspælinum í gjár.

Men, hetta gjørdist ein rættiliga spennandi finala, har øll trý settini gjørdust rættiliga jøvn, og B71-gentur endaðu við at vinna 15-13 í triðja og seinasta setti.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

6 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Julian Kragesteen vann á Kjartani Johansen

6 minuttir síðan
Tíðindi

Centerpartiet fer at samráðast víðari við Andersson

6 minuttir síðan
Hondbóltur

Stjarnan knógvaði ein javnleik á útivølli

36 minuttir síðan
Fótbóltur

Nations League: Fyrsta tapið hjá Spania í 43 dystum

56 minuttir síðan
Tíðindi

U20-HM í íshokki verður uttan Russland hóast CAS-dóm

1 tími síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Vilhelmi tapti á útivølli

1 tími síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Tey halda okkum vera keyptar

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Havnarliðini deildu stigini - H71 vann stórsigur á StÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

Tryggjar skúlin stættasamfelagið?

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Stjørnan vann stórsigur á VÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

SpaceX fangaði Star­ship úr luft­ini á fyrsta sinni

3 tímar síðan
Tíðindi

1.500 migrant­ar komu til Kanariu­oyggj­ar í gjár

3 tímar síðan