David Geza Turi er millum best umtóktu leikararnar hjá enska League Two felagnum, Grimsby Town aftaná mong góð avrik, og nøkur minnilig mál, og somuleiðis upplegg til mál.
Á facebook-síðuni hjá Grimsby Town síggjast fjepparar ofta viðmerkja, at tey óttast at missa Geza til eitt lið í næstfremstu deildini, The Championship.
Youtube-rásin hjá Grimsby Town hevur gjørt eina drúgva samrøðu, ið er 42 minuttir til longdar við Geza.
Prátað verður um skiftið til Grimsby, og minniligu løturnar Geza hevur havt við liðnum. Nomið verður eisini við upphavið í Víkingi, og ikki minst dystirnar og upplivingarnar við føroyska landsliðnum.