info
Ongi úrslit

Hans Fróði gevur eisini FSF av grovfílini

- Hevur FSF-forsetin nakra visión fyri føroyskum fótbólti, spyr fyrrverandi landsliðsleikarin í hvassorðaðum skrivi

info
Pætur Albinus
13. oktober 2014 kl. 21:19

Í farnu viku var tað leikaraumboðsmaðurin Annfinn Gaard, sum gav Fótbóltssambandi Føroya av grovfílini, og nú regnar aftur við atfinningum. Tað er fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin, Hans Fróði Hansen, sum í kvøld finst hvassliga at FSF.


- At hyggja eftir okkara landsliði í dag er eitt turn off – tað er onkur takkling viðhvørt og kanska ein leikari sigur okkurt við dómaran einaferð ígjøgnum dystin. Ikki ein leikari hevur feril av krampa og eingin ger eina takkling, sum fær kórið at syngja, skrivar Hans Fróði á facebook í kvøld og heldur seinni í somu støðudagføring fram:


- Hóast tað føroyska landsliðið er væl flottari og betur trimmað í dag, enn tað var fyrr, so er tað so lítið áhugavert at hyggja eftir, tí tað hevur ikki ein hugburð sum vil berjast fyri ein hvønn prís og vísa, at hóast við eru fá, so eru vit ein stór tjóð, skrivar hann.


Skrivið er komið í kjalarvørrinum á íslendska 2-0-sigrinum ímóti Hollandi í kvøld, og Hans Fróði fílist eisini á, at FSF velur at fylgja tí danska fótbóltssambandinum heldur enn tí íslendska.


- At føroyingar eru frá víkingum er ein joke, sum onkur hevur roynt at fortalt okkara gomlu. Vit halda fast við DBU - hygg eftir Morten Olsen, Lars Olsen og størstu donsku stjørnuni (Bendtner) - sera inspirerandi og mennandi, tekur Hans Fróði speiskliga til.


- Tá vit spældu, høvdu vit ein forseta í Sigurðsson, sála, sum vísti eina passión og trúgv um at vit kunnu, um at vit vilja. Vit fylgja DBU – hvat úrslit hava teir at vísa á úti í Evropa? Ísland hevur sín egna leist og ein sær teirra ungdóm yvir alt í Evropa. Vit hava ein forseta í dag, sum er í umleið 3. hvørjari nevnd í landinum og nokk ikki enn hevur víst eina passión fyri føroyskum fótbólti ella hví hann vil vera forseti fyri FSF – hevur hann eina visión fyri føroyskum fótbólti? Um ja, hvør er hon, spyr Hans Fróði og heldur fram:

- Hví sær man ikki menn sum Jens Martin Knudsen, Allan Mørkere, Julian Johnsson, Kurt Mørkere, Toda Jónsson, Sámal Joensen o.s.fr. í FSF? Kanska tí teir ikki passa í tað harkaliðið, sum har situr og syngur “Det er et yndigt land”?

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Chelsea-málverji breyt kjálkan í samanbresti

0 minuttir síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin: NSÍ og KÍ hava størstu favorittstøðurnar

1 tími síðan
Tíðindi

Musk vísti fram flúgvandi Tesla

2 tímar síðan
Tíðindi

Siðsøgan á útróðri í Grønlandi

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 skal spæla dystir 70 km vestanfyri ukrainska markið

4 tímar síðan
Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

12 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

12 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

13 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

13 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

14 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

14 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

14 tímar síðan